Í KÍ-leguni hugdu teir eftir lutakasti í gjár, men annars hugsavna teir seg til stóru uppgávuna í Skåne í kvøld.
Sí eisini: KÍ-venjing á stórfingna leikvøllinum hjá Malmö FF
Eins og í fjør, skal KÍ royna at halda seg í Champions League longri enn væntað við at at vinna á svensku meistarunum í 2. umfari. Tað er tó helst lítil ivi um, at Malmö verður ein uppaftur tyngri uppgáva enn Häcken var í fjør.
Hana loysti KÍ meistarliga, og aftur í ár skal eitt svenskt meistarlið fyrihalda seg til Árna Frederiksberg, sum hevur skorað átta mál í seinastu átta Champions League-dystunum. Malmö FF er tó sterkari enn Häcken, og KÍ ikki er á sama stigi sum í fjør.
Sí eisini:
KÍ má syrgja fyri at dysturin er á lívi
Páll uppfinnur ikki nakran djúpan tallerk av nýggjum
Til venjing hjá KÍ í Malmö í fjør (Mynd: Áron Vest)
Einfalt lutakast til 3. umfar
Av tí at KÍ vann á Differdange í 1. umfari í Champions League, so er tað púra greitt, at liðið úr Klaksvík skal spæla í minsta lagi seks evropeiskar dystir afturat, og at tað kann verða í trimum ymiskum kappingum.
Tað eru størst sannlíkindi fyri, at KÍ er úti av Champions League um eina viku. Í so fall "flytir KÍ niður" í Europa League. Eftir hetta er Conference League "seinasti møguleikin".
Les meira um skipanina her: Malmö er ein av trimum møguleikum hjá KÍ
Í gjár var lutakast til 3. umfar í teimum trimum kappingunum. Har gjørdist greitt, at KÍ "bert" hevur tvey møgulig mótsstøðulið til tær báðar kappingarnar:
- Um liðið hjá Espen Haug megnar at basa Malmö samanlagt, so skal KÍ spæla móti vinnaranum av PAOK - Borac Banja Luka í 3. umfari í Champions League
- Um KÍ, sum mest sannlíkt er, tapir, skulu føroyameistararnir møta taparanum av somu uppgerð, PAOK - Boac Banja Luka, í Europa League.
Í báðum førum eigur KÍ heimavøll fyrst. Hesin dysturin verður 6. ella 7. august, um tað er Champions League, og 8. august um tað er Europa League. Norðoyingar noðyast á Tórsvøll at spæla, líkamikið hvør kapping tað er: Tjóðarleikvøllurin er tann einasti, ið er góðkendur til 3. umfar og úteftir.
B36 basti Borac Banja Luka fyri tveimum árum síðani - hóast 0-2 tap í Bosnia (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
Tað verður harvið móti griksku ella bosnisku meistarunum, at KÍ skal royna seg ímóti fyrst, tá vit koma inn í august. Talan verður um stóra uppgáva, líkamikið hvat. Tó er Borac Banja Luka, ið B36 sló út í Conference League í 2022, eitt á pappírinum veikari lið enn PAOK.
Í kvøld og eina viku fram snýr tað seg um eitt ting hjá KÍ: Malmö FF
Champions League 2. umfar, 2. dysturin
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ
Stroyming: tv.ki.fo
Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og ymiskt tilfar kemur harfrá í dag og næstu dagarnar
Dagført: 11.18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald