Fótbóltur

KÍ útsett gullveitsluna til januar

Fyrst varð veitslan útsett til 20. november, men framhaldandi ringa koronustøðan hevur nú við sær, at nevndin í felagnum hevur avgjørt at útseta veitsluna til 29. januar 2022.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-12 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lagt var upp til stóra gullveitslu við fleiri hundrað fólkum leygarkvøldið 30. oktober, nú bæði kvinnurnar og menninir hjá KÍ í Betrideildini eru føroyameistarar.

Koronastøðan í norðurøkinum hevði tó við sær, at nevndin í KÍ útsetti veitsluna til 20. november, men framhaldandi ringa koronustøðan hevur nú við sær, at ársveitslan hjá KÍ er útsett aftur til 29. januar 2022, boðar KÍ frá.

– Tað er framvegis ikki rætt at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, og tí útseta vit enn eina ferð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ sambært heimasíðuni hjá felagnum.

- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, Vit mugu vera tolin og bíða, til tamarhald aftur er á koronustøðuni.

Ársveitslan hjá KÍ er sostatt útsett til leygarkvøldið 29. januar 2022 kl. 19.30 í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Tey, sum hava keypt atgongumerki, kunnu brúka tey í januar, men um fólk ikki kunnu møta ber til at fáa pengarnar aftur. Hetta skal tó fráboðast í seinasta lagi 25. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder