Í kvøld eru tveir dystir á skránni við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um hálvfinalurnar í siðbundnu Klaksvíkskappingini, sum millum annað er ein fráboðan um, at kappingarbyrjan er í nánd.
Trý av teimum fýra topp-fýra liðunum frá í fjør luttaka. HB hevur valt at raðfesta venjingar hesa vikuna og hugsar eisini um skaðafyrbyrging; harvið gav liðið avboð, og ístaðin er 07 Vestur við.
Les eisini: 07 Vestur luttekur í Klaksvíkskappingini sum avloysari hjá HB
Vágamenn skulu royna seg móti vertunum og føroyameistarunum. Tann dysturin byrjar klokkan 17.30. Upprunaliga skuldu KÍ og B36 hittast, men av tí at tey spældu í VFF Cup í vikuskiftinum - KÍ vann 4-0 - er dystarskráin broytt.
B36 skal ístaðin spæla ímóti steypavinnarunum Víkingi, sum eisini vann Klaksvíkskappingina í fjør.
Skráin fyri Klaksvíkskappingina
Í kvøld, mikukvøldið 15. februar:
17.30: 07 Vestur - KÍ
(Dómarar: Kári á Høvdanum, Petur Páll Hentze og Djóni Jacobsen)
19.30: Víkingur - B36
(Dómarar: Kári á Høvdanum, Petur Páll Hentze og Djóni Jacobsen)
Leygardagin 18. februar:
Kl. 13.00: Dystur um 3. pláss
Kl. 15.15: Finala
Keldur: ki.fo og Norðlýsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald