Annað

Kroatiskur verjuleikari til KÍ

Hann kemur til felagið ístaðin fyri Marko Dusak.

Predrag Pocuca í reyða búnanum, kemur inn í KÍ-hópin til seinnu hálvu

Predrag Pocuca í reyða búnanum, kemur inn í KÍ-hópin til seinnu hálvu

2018-07-07 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrru hálvu hevur stóri og sterki Marko Dusak verið knýttur at KÍ. Miðverjin og felagið søgdu samstarivð upp eftir dystin á Malta ímóti Birkirkara, har Marko Dusak fór út við skaða. Tað var av persónligum orsøkum, at miðverjin fór heim aftur til Kroatia.

Nú er ein nýggjur kroatiskur verjuleikari komin til felagið. Norðlýsið skrivar í kvøld, at talan er um 32 ára gamla Predrag Pocuca frá Kroatia. Miðverjin, ið er 1,87 metur høgur, hevur seinastu tíðina spælt í næstbestu deildini í Serbia.

Umframt at hava spælt í londum sum Romenia og Albania, so hevur Pocuca spælt í Singapore og Malaysia.

Norðslýsið skrivar, at sáttmála ímillum partarnar fyri restina av 2018 fyri næsta kappingarár, og at hann væntandi ikki luttekur í komandi dystunum í Evropa hjá KÍ.

KÍ spælir týskvøldið klokkan 17.00 í Gundadali. Talan er um fyrra dystin ímóti Zalgiris Vilnius í fyrsta undanumfarinum í Evropa League.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder