Til næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður luttakaratalið víðkað frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya í dag.
Noreg tryggjaði sær enn eitt EM-gull fyri tólv døgum síðani og verður harvið ikki við í undankappingini. Vertirnir Ungarn, Eysturríki og Sveis hava eisini eitt pláss hvør, og harvið eru tjúgu pláss at spæla um í undankappingini, sum byrjar í oktober 2023.
Føroyar eru í løtuni styrkismettar sum nummar 27 í Evropa, og tey nevndu londini eru øll styrkismett omanfyri, eins og Russland og Hvítarussland - ið eru útihýst frá undankappingini - eru.
Harvið skulu 32 lond kappast um tey 20 plássini, ið eru eftir, staðfestir Hondbóltssambandið.
Tað eydnaðist ikki Føroyum at koma víðari í HM-undankappingini í november eftir tveir tættar dystir í Kosovo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald