Hondbóltur

Noreg fór avstað við enn einum EM-gulli

Danmark var annars á odda so at siga allan dystin, men norsk góðska, nógvar royndir og donsk mistøk gjørdust avgerandi. Harvið hevur Noreg vunnið átta útav teimum seinastu tíggju EM-endaspølunum og samanlagt níggju.

Nora Mørk skoraði átta mál, tá Noreg vann 27-25 í EM-finaluni í Slovenia í kvøld. Norska liðið var kaldari, tá dysturin skuldi avgerast

Nora Mørk skoraði átta mál, tá Noreg vann 27-25 í EM-finaluni í Slovenia í kvøld. Norska liðið var kaldari, tá dysturin skuldi avgerast

2022-11-20 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn EM-finaluna í Lublijana í kvøld høvdu tær á norska liðnum samanlagt spælt 56 finalur (EM, HM og OL). Talið fyri tær á danska liðnum: Null, og talan var um fyrstu finaluna síðani 2004. Júst hesin munurin kom til sjóndar seinastu løtuna í kvøld.

Tað var annars Danmark, ið byrjaði greitt betri og hevði leiðsluna so at siga allan dystin. Eftir tjúgu minuttir var 9-4, og tað var serliga danska verjan, ið eydnaðist væl. Louise Burgaard gekk á odda við málskjótingini - høgri bakkurin skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki - og hóast Noreg fekk glið á síðstu tíggju minuttirnar, so var Danmark á odda við trimum í steðginum (15-12)

Danmark vann eisini á Noreg í síðsta dystinum í høvuðsumfarinum, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var støðan 22-18 til Danmark. So steðgaði liðið hjá Jesper Jensen upp. Noreg skoraði fýra mál á rað - og javnaði harvið fyri fyrstu ferð í dystinum - og seks mál útav teimum næstu sjey frá støðuni 22-18. Norska spælið var flótandi og sannførandi síðsta partin av dystinum.

Nora Mørk spældi væl og gjørdist toppskjútti í kappingini (50 mál) og í finaluni (8 mál) Aðrar úr Team Esbjerg spældu stóran leiklut við at gera av við Danmark: Kristine Breistøl, ið hevur ein kanón høgra arm, skoraði fýra mál og var trupul hjá dønum at steðga, og Henny Reistad skoraði tvey ógvuliga týðandi mál móti endanum, tá Noreg trekti frá við trimum málum. 23-ára gamla heimsstjørnan varð kosin mest týðandi spælarin í endaspælinum.

[object Object]
Danmark fekk leingi tálmar Henny Reistad, men seinastu løtuna fekk hon týðandi mál 

[object Object]
Norskur fagnaður eftir seinasta bríksl

Samstundis sum Sandra Toft og danska verjan ikki fingu tálma Noreg, fór norska verjan at koyra væl, og 42-ára gamla Katrine Lunde við teimum mongu gullheiðursmerkjunum kom inn í málið, og tók fleiri skot. Danmark misti pippið í álopinum - um tað so var 7 móti 6 spælið ella ikki - og Jesper Jensen, ið var í sínari fyrstu finalu sum venjari, var helst ov seinur at taka time-out og broyta ymiskt.

Hetta var langt frá fyrsta finalan hjá norska landsliðsvenjaranum Thorir Hergeirsson. Hann og lið hansara hildu høvdið kalt og vann við tveimum málum. Hetta var samanlagt níggjunda EM-gullið hjá norsku kvinnunum og tað áttanda tey seinastu 18 árini, í teimum seinastu tíggju EM-endaspølunum. Danmark fekk besta úrslitið síðani 2004, og Montenegro, ið vann á Noreg í finaluni fyri tíggju árum síðani, vann dramatiska bronsudystin á Fraklandi.

EM-finalan
Lubljiana, sunnudagin 20.11

Danmark - Noreg 25-27 (15-12)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder