Fótbóltur

Kvinnurnar leggja til brots við Stórá

Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvinnufótbóltur í fremstu deildini aftur at síggja í Suðuroynni. TB/FCS/Royn fær í fyrsta umfari vitjan av Víkingi tann 20. mars.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-02-03 18:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Vøllurin við Stórá í Trongisvági verður á fyrsta sinni karmur um landskappingardyst í fremstu deildini hjá kvinnum, tá felagsliðið TB/FCS/Royn tekur ímóti Víkingi sunudagin 20. mars.

Leikskráin fyri Betri Deildina 2022 hjá kvinnum er nú klár, og fyri fyrstu ferð í nógv ár verður kvinnufótbóltur í fremstu deildini aftur at síggja í suðuroynni. TB/FCS/Royn, sum í fjør gjørdist nummar 2 í 1. deild hjá kvinnum, verður í ár at síggja í Betri Deildini.

Og tað verður felagsliðnum hjá suðuroyingum, ið leggja fyri, tá landskappingin verður skotin í gongd sunnudagin 20. mars. TB/FCS/Royn fær hendan dagin vitjan av Víkingi.

Hinir tríggir dystirnir í 1. umfari verða spældir týsdagin 22. mars, og tá hittast liðini soleiðis: 07 Vestur – EBS/Skála, KÍ – B36 og HB – NSÍ.

Seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt 18. juni, og síðan verður herjað á aftur á ólavsøku. 27. juli spæla HB og Víkingur, og 07 Vestur og NSÍ. Ólavsøkudag, 29. juli hittast B36 og EBS/Skála, og 31. juli spæla KÍ og TB/FCS/Royn við Djúpumýru.

Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 22. oktober. Dystirnir í síðsta umfari eru hesir: NSÍ – KÍ, EBS/Skála – Víkingur, B36 – TB/FCS/Royn og 07 Vestur – HB.

Øll leikskráin sæst her

Í steypakappingini verður fyrsta umfar spælt 15. mai, og síðan vera fjórðingsfinalurnar 5. og 6. juni. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 10. august, meðan seinni hálvfinalurnar verða 15. september. Finalan verða á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder