Tveir teir seinastu dystirnir í 9. umfari í Betrideildini eru leiktir í kvøld. Talan gjørdist um tveir tættar dystir, har KÍ tó burdi havt fingið fleiri mál á Skála, og har bæði Víkingur og EB/Streymur kunnu irða seg nakað um úrslitið í Sarpugerði.
KÍ var greitt omaná í 1. hálvleiki á Skála, og tað var fult uppiborið, at liðformaðurin Jákup Andreasen legði útiliðið á odda eftir frísparksinnlegg frá Simen Sandmæl. Í 2. hálvleiki var heimaliðið væl betri við, men oddaliðið burdi dripið dystin við millum annað einum brotssparkið, ið vælleikandi Karstin Hansen bjargaði frá Jóannes Bjartalíð miðskeiðis í hálvleikinum. Skála royndi at trýsta, og var í yvirtalið seinastu 15 minuttirnar (við yvirtíðini), eftir at Sandmæl fekk sítt seinna gula kortið. Liðið hjá Mikkjal Thomasen vann tó uppiborið og hevur eina góða leiðslu í oddinum eftir fyrsta triðingin.
EB/Streymur hevði helst selt dystin í Sarpugerði í kvøld fyri ein javnleik, men útiliðið hevði leiðsluna í næstan hálvan tíma, áðrenn formsterka Víkinga-liðið fekk bjargað sær eitt stig. Eitt vónbrot fyri Víking ið gjarna vildi halda sambandið við KÍ í oddinum
9. umfar i Betrideildini:
Skála - KÍ 0-1 (0-1)
27' Jákup B. Andreasen 0-1
Reytt kort: Simen Sandmæl (79')
Víkingur - EB/Streymur 1-1 (0-1)
43' Ragnar Bjartalíð Danielsen (br.) 0-1
75' Vukasin Tomic 1-1
Í gjár:
B36 - TB 1-0 (0-0)
17' Benjamin Heinesen 1-0
ÍF - HB 0-2(0-0)
68' Pætur J. Petersen 0-1
78' Daniel Johansen 0-2
NSÍ - AB 5-1 (2-0)
3' Petur Knudsen 1-0
18' Klæmint Andrasson Olsen 2-0
51' Eli Christiansson 2-1
63' Klæmint Andrasson Olsen 3-1
70' Sjálvmál 4-1
90' Klæmint Andrasson Olsen 5-1
Støðan eftir 9. umfør:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. Skála (15 stig)
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig)
10. umfar:
10 | 17.05.19 | ÍF | Víkingur | - | |
10 | 17.05.19 | SKÁLA | B36 | - | |
10 | 19.05.19 | HB | KÍ | - | |
10 | 19.05.19 | AB | TB | - | |
10 | 19.05.19 | EB/Streymur | NSÍ | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald