Annað

LeBron James tryggjar Lakers sítt fyrsta meistaraheitið í 10 ár

Talan er um 17. Meistaraheitið hjá Los Angeles Lakers, ið nú hevur flest NBA meistaraheitir saman við Boston Celtics.

LeBron James og  hinir í Los Angeles Lakers fegnas um sigurin. (Mynd: EPA)

LeBron James og hinir í Los Angeles Lakers fegnas um sigurin. (Mynd: EPA)

2020-10-12 11:26 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Kurvabóltsfelagið Los Angeles Lakers vann í nátt sítt seytjanda NBA meistaraheitið, eftir at felagið vann 106-93 á Miami Heat.

Dysturin var tann sætti í finaluseriuni, har tað verður leikt best av sjey dystum. Úrslitið ger at Lakers vinnur seriuna 4-2.

Við sigrinum kemur Los Angeles Lakers uppá liðina av Boston Celtics fyri mest meistaraheitir í NBA. Liðini hava vunni 17 meistaraheitir hvør.

Eins og í hinum dystinum í finaluseriuni var stjørnan LeBron James heilt stóri leikarin. Í sætta finalu dystinum skoraði hann 28 stig, hevði 10 upplegg og 14 “rebounds”.

[object Object]

(LeBron James vísti enn einaferð sínar dygdir. Mynd: EPA)

LeBron James varð eftir dystin eisini kosin MVP, ið fer til mest virðismikla leikara í finaluseriuni.

Eins og flest aðrar ítróttargreinar hevur NBA eisini verið rakt av koronu. Kappingin lá still í heili fýra mánaðir. Kappingin varð tikin upp aftur í juli mánað, og síðani hava allir dystirnir verið leiktir uttan áskoðarar í Disney World í Orlando, Florida.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder