Seinnapartin í gjár kom A-landsliðið við monnum til Chisinau i Moldova, har fyrsta uppgávan í undankappingini til HM 2022 verður í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45 - tað er klokkan 21:45 lokala tíð.
Eftir ein lítlan steðg á Leogrand gistingarhúsinum, gekk leiðin á Zimbru stadion, har vant varð í ein góðan tíma. Tað merkist beinanvegin, at tað er kalt í moldovska høvuðsstaðnum – um frostmarkið.
Sí eisini: Myndir - komnir fram í Chisinau
Hetta skrivar heimasíðan hjá FSF, ið eisini skrivar, at landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, á tíðindafundinum áðrenn venjingina við einum lítlum smíli segði, at veðrið í Chisinau helst ikki fór at ávirka føroysku spælararnar. Hetta tí at í Føroyum kemur meira enn so fyri, at tað er kalt, og at tað eisini onkuntíð er nakað av vindi.
Håcan Ericson og Klæmint Andrasson Olsen á tíðindafundinum í gjárkvøldið (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
(Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)
Í morgun hava føroysku leikararnir havt taktiskan fund og verið á vølli og fingið flutt seg eitt sindur.
Tað er Moldova, ið sambært veddingarfyritøkunum er ein lítil favorittur til dystin í kvøld.
Video:
Hallur: Kunnu vænta strævnan og harðan dyst
Stór uppgáva við nógvari ferðing og tøttum dystum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald