Fótbóltur

Leggja út klokkan 17.30 í kvøld

Føroyska kvinnulandsliðið fer undir EM-undankappingina við spennandi hópi, góðum treysti, nýggjum venjaratoymi og máli um endaspæl. Stóra uppgávan í Søvríki sæst hjá KVF.

Føroyar taptu við næstan tjúgu málum í báðum dystunum móti Svøríki í 2018. Nógv er tó hent í føroyskum hondbólti síðani, og Súna Krossteig Hansen er ein av teimum, ið spælir í bestu donski deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar taptu við næstan tjúgu málum í báðum dystunum móti Svøríki í 2018. Nógv er tó hent í føroyskum hondbólti síðani, og Súna Krossteig Hansen er ein av teimum, ið spælir í bestu donski deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í føroysku leguni eru avgjørt vónir um at koma til EM-endaspæli í desember næsta ár. Serliga er møguleikin fyri at gerast ein av bestu trý'arunum góðir, tí Føroyar eru í bólki við Luksemborg. Ísland er eisini eitt lið, ið føroysku kvinnurnar á degnum avgjørt kunnu spæla upp ímóti og møguliga meira - áhugavert verður at síggja uppgerðina við íslendingar á Hálsi sunnudagin.

Stig liggja tó ikki beinleiðis og bíða móti Svøríki. Nýggi føroyski landsliðsvenjarin vísti í samrøðu við Portalin fyrr í vikuni á, at Svøríki helst hevur eitt av heimsins bestu landsliðum. Tað verður als ikki nøkur bleyt bryjan hjá roynda dananum Claus Mogensen og landsmanninum Simon Olsen, ið er hjálparvenjari. Møguleikin at spæla ein veruliga tættan dyst í hesari vikuni liggur heilt vist sunnudagin.

Sí eisini: 
(Samrøður)

Claus Mogensen: - Arbeiða fram ímóti at veruliga bjóða Íslandi av sunnudagin

Bjarta Johansen: - Málið er at koma til EM

Annika: - Vit eru til reiðar

Í 2018 spældu Føroyar og Svøríki í EM-undankappingini. Svensku kvinnurnar vóru eirindaleysar og vunnu ávíkavist 33-15 og 32-13. Harvið skoraðu Føroyar færri mál samanlagt enn Svøríki í einstøku dystunum. Málmunurin kann hava nakað at siga, so tað skal avgjørt ikki upp ímóti tjúgu málum á muni hesaferð.

Seks av teimum í hópinum spæla hondbólti á høgum stigi uttanlands. Nakrar royndir eru í hópinum - serliga tær á strikuni - men sum heild er hópurin heilt ungur. Menningarmøguleikarnir tykjast stórir, og Føroyar fara at royna at fáa eina lutfalsliga góä byrjan í Svøríki í kvøld.

Dysturin í Uppsala byrjar klokkan 17.30 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin. 

Hópurin: 

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin (Avloysir Rakul Wardum sum hevur ein snudd)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Guðrið á Borg, H71
Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)
Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Sí eisini: 
Avbjóðandi mótstøða hjá kvinnunum
Myndir: Føroysku kvinnurnar fyrireika seg til fyrstu dystirnar í undankappingini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder