Túrin á Malta gjørdist langt frá tann mest væleydnaði í søguni hjá A-landsliðnum hjá monnum. Harafturímóti var tað eitt marrukent kvøld á Ta' Qali, har Malta basti Føroyum í fyrsta dystinum í hesari EM-undankappingini.
Eftir ein dag í sólini har leikararnir hava fingið dystin úr kroppinum og lagt hann afturum seg, er kósin og fokus nú sett ímóti Rumenia. Næsti dysturin í undankappingini er á skránni í Cluj týskvøldið.
Les eisini: Føroyingarnir sleikja sárini á Malta
Kritikkurin mótvegis landsliðnum hevur verið harður síðani dystin leygarkvøldið, og føroyska liðið hevur nógv at prógvað. Niðurtúrurin skal helst ikki halda fram, og tað skal helst ikki nógv motivatión til undan sjálvum dystinum.
Sí eisini: Atfinningarnar skulu vera sakligar
Jóan Símun Edmundsson er tíverri ikki við í ferðalagnum, sum fer av Malta fyrrpartin. Áleyparin er farin til Týsklands, eftir at trupulleikar við knænum hava stungið seg uppaftur.
Føroyski hópurin kemur uppá pláss tíðliga seinnapartin lokala tíð. Seinni seinnapartin verður venjing á Dr. Constantin Radulescu leikvøllinum, har tíðindafundur verður beint áðrenn.
Portalurin er við á ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald