Nógvir fótbóltsáhugaðir føroyingar - og onnur kring í Evropa - hava í kvøld fylgt við dystunum í Stuttgart og Gelsenkirchen. Danmark og Ongland eru áhugaverd lið at fylgja, men hóast spenningur var í dystum teirra í kvøld, so var tað als ikki undirhald á hægstu hill. Ei heldur vístu liðini, ið endaðu ávíkavist nummar trý og nummar tvey í EM fyri trimum árum síðani, nakað serligt.
Danmark spældi tó væl í fyrra hálvleiki móti Slovenia, har besti maðurin eisini legði danir á odda. Fyri trimum árum síðani small hann um í fyrsta EM-dystinum í Parkini. Í dag skoraði Christan Eriksen trygt, tá Jonas Wind snilt legði av til hann í brotsteignum. Hetta var í 17. minutti. Stutt seinni kundi Eriksen økt, eftir at bólturin varð lagdur út frá til roynda miðvallaran. Størsta møguleikan fekk Rasmus Højlund tó miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Viktor Kristiansen legði væl innfyri úr vinstru.
Jan Oblak bjargaði tó royndini hjá Manchester United-áleyparanum. Tá hevði Slovenia etið seg meira inn í dystin. Danska verjan sá heldur skinklandi út, og tað var ikki óuppiborið, at slovenar javnaðu í 77. minutti. 1-1 ein rímiliga góð mynd uppá dystin men eitt vónbrot fyri danir.
Christian Eriksen fegnast um sítt fyrsta mál í einum EM-endaspæli (Mynd: EPA)
Mynd: portal.fo
Ongland legði hart út móti Serbia. Í 13. minutti fekk Bukayo Saka góða sending í dýbdina, legði innfyri, og Jude Bellingham kom flúgvandi og setti pannuna á. Størsta enska stjørnan í løtuni vísti, at hann vildi skora, og hvat hann kann, og málið gjørdist avgerandi.
Liðið hjá Southgate sat á tí mesta restina av hálvleikinum men kom ikki við serliga nógvum afturat frameftir. Foden og Kane vóru millum teir, ið høvdu heldur lítið at bjóða uppá - tó at Kane hevði ein góðan stútara. Tað gjørdist so líðandi greitt, at tað snúði seg um at halda støðuna 1-0.
Tað eydnaðist eisini. Serbia royndi, men hevði ikki neyðuga skerpni og dygdirnar móti meira og meira verjukenda enska liðnum. Pickford tók tað, sum hann skuldi. Ein av størstu EM-favorittunum vann, men uttan at tað var sum so pent. Bretsku miðlarnir eru eisini heldur atfinningarsamir í kvøld, hóast sigurin. "It's Coming Home" ljómaði tíðliga - tað fer tíðin at vísa.
Jude Bellingham vísti til tíðir sín klassa. Ein EM-dyst, eitt mál og trý stig (Mynd: EPA)
EM 2024 - Bólkur C:
Sunnudagin 16.06
Slovenia - Danmark 1-1 (0-1)
17' Christian Eriksen 0-1
77' Erik Janza 1-1
Serbia - Ongland 0-1 (0-1)
13' Jude Bellingham 0-1
Næstu dystirnir í bólkinum:
Hósdagin 20. juni
15.00: Slovenia - Serbia
18.00: Danmark - Ongland
Fyrr í dag:
Bólkur D:
Sunnudagin 16.06
Pólland - Niðurlond 1-2 (1-1)
16' Adam Buksa 1-0
29' Cody Gapko 1-1
83' Wout Weghorst 1-2
Les eisini: Weghorst bjargaði byrjanini hjá Niðurlondum
Í morgin, mánadagin 17.06
Bólkur E:
14.00: Rumenia - Ukraina
17.00: Belgia - Slovakia
21.00: Eysturríki - Fraklandi (Bólkur D)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald