27. desember eyndaðist tað hjá uppflytarunum West Bromwich at fáa mál og stig á Anfield, og í gjár fingu meistararnir einki mál og bert eitt stig í Newcastle.
Liðið hjá Jurgen Klopp hevði annars nakrar góðar málmøguleikar. Karl Darlow í Newcastle bjargaði millum annað væl roynd frá Mohammed Salah, og seint í dystinum varð bjargað á mállinjuni. Størsta møguleikan hjá Newcastle hevði Cieran Clark, men Allison bjargaði væl stútaranum frá írska verjuleikaranum.
Nakrar ferðir leikaði tað hart á beint frammanfyri málinum hjá Newcastle (Mynd: EPA)
Fyri liðið hjá Steve Bruce var talan um eitt gott stig at fáa, og tað merkir, at tað nú eru sjey stig niður til strikuna. Heimaliðið var vælskipað og hartarbeiðandi í gjár.
Hjá Liverpool var gleðiligt, at Thiago var aftur á vøllinum. Spanski miðvallarin hevur verið uttanfyri við skaða í yvir tveir mánaðir men fekk teir seinastu tjúgu minuttirnar í gjár og fekk meira lív í Liverpool-spælið. Annars sær álopsmaskinan hjá Liverpool ikki út til at koyra serliga væl, og næsta uppgáva er Southampton á útivølli 4. januar - eitt lið sum ikki letur nógv mál inn.
Av tí at United vann á Wolves 29. desember, eru bert trý stig sum skilja arvafíggindarnar, og liðið hjá Solskjær hevur leikt ein dyst færri. Liðini hittast um tvær vikur. Liverpool er favorittur at vinna meistaraheitið og hevur bert tapt ein dyst í ár (7-2 4. oktober móti Aston Villa). Men sum tað sær út í løtuni , kann talan gerast um eitt spennandi meistarastríð.
Tveir sera góðir sigrar í desember - 7-0 á Palace og 2-1 í oddadystinum móti Tottenham - men eisini tríggir javnleikir móti liðum sum liggja millum tey niðastu sjey: Klopp hevur okkurt at hugsa um, nú farið verður inn í tað nýggja árið (Mynd: EPA)
Ein annar dystur skuldi verða í gjárkvøldið, men London-uppgerðin á Tottenham Hotspur Stadium varð av ongum orsakað av koronatilburðum hjá Fulham. Dysturin varð útsettur, stutt áðrenn hann skuldi spælast, og hetta vóru teir í Tottenham ónøgdur við. Tað hevur verið frammi, at kappingin fer í ein støðg á tvær vikur, orsaka av vaksandi talið av koronatilburðum í deilini - hjá fleiri liðum - men Premier League boðaði í gjárkvøldið frá, at hetta als ikki kemur uppá tal.
Í dag er steðgur - í morgin verður herjað á aftur við 17. umfari. Har tekur United ímóti Aston Villa og Everton móti West Ham.
Premier League 16. umfar
Í gjár - 30.12
Tottenham - Fulham (Útsettur orsakað av koronatilburðum í Fulham-hópinum)
Newcastle - Liverpool 0-0
Týsdagin 29.12
Brighton - Arsenal 0-1 (0-0)
Burnley - Sheffield United 1-0 (1-0)
Southampton - West Ham 0-0
West Bromwich - Leeds 0-5 (0-4)
Manchester United - Wolves 1-0 (0-0)
Mánadagin 28.12
Crystal Palace - Leicester 1-1 (0-0)
Chelsea - Aston Villa 1-1 (1-0)
Everton - Manchester City (Útsettur orsakað av koronatilburðum í City-hópinum)
Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 30 stig *
3. Leicester 28 stig
4. Everton 29 stig *
5. Aston Villa 26 stig **
6. Chelsea 26 stig
7. Tottenham 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 23 stig
11. Leeds 23 stig
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig
14. Newcastle 18 stig *
15. Crystal Palace 19 stig
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald