Annað

Lýdia aftur føroyskt met

Lýdia bøtti um metið í diskuskast.

Savnsmynd: Hvirlan

Savnsmynd: Hvirlan

2019-05-20 07:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bara tvær vikur eftir at Lýdia bøtti um føroyska metið í kúlustoyt, bøtti hon metið í diskuskast. Hetta gjørdi hon í fyrsta umfari av Grand Prix á Tórsbreyt, sum FÍF (sersambandið fyri frælsa ítrótt), skipar fyri.

Lýdia venur primert kúlustoyt, men styrkin, og kvikleikin, sum arbeitt hevur verið nógv við í vetur er gott grundarlag undir einum góðum diskuskasti. Stóra styrkin hjá Lýdiu ger, at hon kann verðuliga fáa flog á diskin.

Fyrsta kastið hjá Lýdiu miseydnaðist. Næsta bleiv góðkent, men hon fekk ikki heilt ferð á diskin. Tað bleiv máta til 29,97 m. Í triðja kom hon væl inn í eina støðu, har hon verðuliga fekk hála í diskin. Tá hon slepti lá diskurin væl í undanvindinum. Kasti bleiv mált til 33,46 m. Tað er 1½ m longri enn gamla meti, sum hon sjálv átti. Lýdia staðfesti høga støði síðstu trý kastini, sum øll lendu nærhendis 30 m strikuni, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder