Annað

Mahomes gjørdist MVP

Ungi quarterbakkurin hjá Chiefs varð valdur til ársins leikara í nátt, tá fleiri heiðrar vóru givnir fyri kappingarárið í NFL.

Patrick Mahomes skúgvaði alla mótstøðu til viks, og vann sannførandi MVP - heitið sum besti leikari í NFL í hesum kappingarárinum
(Mynd: EPA)

Patrick Mahomes skúgvaði alla mótstøðu til viks, og vann sannførandi MVP - heitið sum besti leikari í NFL í hesum kappingarárinum (Mynd: EPA)

2019-02-03 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvøldið fyri Super Bowl er NFL Honors á skránni, har ársins leikarar í ymiskum bólkum verða avdúkaðir, umframt at árins venjari og annað verður kosið.

Tað er í Super Bowl-vertsbýnum, at tiltakið verður hildið, so í gjár vórðu nógvir heiðrar givnir út í Atlanta. Her eru teir mest umráðandi: 

MVP:Patrick Mahomes (Chiefs)
Besti álopsspælari: Patrick Mahomes (Chiefs)
Besti verjuleikari: Aaron Donald (Rams) 
Besti rookie álopsspælari: Saquon Barkley (Giants)
Besti rookie verjuleikari: Darius Leonard (Colts) 
Comeback Player of the Year: Andrew Luck (Colts)
Ársins venjari: Matt Nagy (Bears)
Offensive Line of the Year: Rams 
Walter Payton Man of the Year: Chris Long (Eagles)

Stjørnuskotið hjá Chiefs kastaði 50 touchdowns í ár, og og hann varð greitt kosin til besta spælara (MVP) frammanfyri veteranin Drew Brees. 23-ára gamli Mahomes var eisini ársins álopsleikari, meðan Aaron Donald, sum í nátt skal spæla Super Bowl, vann heitið sum ársins verjuleikari annað árið á rað. Rams høvdu eisini bestu álopslinju í ár.

Les eisini: Rams: Eitt ungt felag í stórari menning

Andrew Luck, quarterbakkurin hjá Colts, misti alt seinasta ár við skaða í økslini, men kom ógvuliga sterkt aftur í ár og varð heiðraður fyri tað. Nakað yvirraksandi var tað, at Matt Nagy gjørdist ársins venjari og tað eisini ógvuliga greitt. 

Seiansti heiðurin fall til roynda vejruleikaran hjá Eagles, Chris Long. Í Man of the Year bólkinum er ein leikari frá hvørjum liðið tilnevndur. Tað er ætlað til leikarar, ið gera ein eyka stóran innsats fyri samfelagið, har teir eru, við at ger ymiskt slag av frívilligum arbeiði.

Sí allar heiðrarnar frá NFL Honors her


Super Bowl LIII: 
Atlanta, Georgia - Mercedes Benz Stadium

New England Patriots(AFC) - Los Angeles Rams(NFC)
Kickoff: 23.30 (Fø tíð) - Dysturin verður vístur á TV3 +


Hesir átta vórðu avdúkaðir sum Pro Football Hall of Fame Class of 2019. 

  • Ed Reed
  • Champ Bailey
  • Gil Brandt
  • Kevin Mawae
  • Ty Law
  • Johnny Robinson
  • Tony Gonzalez
  • Pat Bowlen

    Teir sum koma inn í Hall of Fame eru teir leikarar, venjarar, eigarar og aðrir, ið hava veruliga gjørt vart við í NFl ígjøgnum tíðini.

    Sí eina frágreiðing um teir átta her 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder