Hon er í uppskoti til at gerast størsta føroyska ítróttarstjørnuskotið fyri 2024, og Maria Pálsdóttir Nólsoy er veruliga við at fáa fótin fyri seg í bestu donsku deildini
Horsens (HH Elite) hevur annars ligið í heldur tungum sjógvi í ár, men við sigrinum í gjár hevur felagið, sum Maria skifti til úr Neistanum síðsta summar, vunnið seg trý stig frá niðurflytingarstrikuni í Kvindeligaen.
20-ára gamli landsliðsspælarin smæddist als ikki burtur í gjár, tá HH Elite óvæntað koppaði København Håndbold, sum annars kundi koma upp á 4. plássi við sigri.
Pernille Brandenborg skoraði uppá sítt einasta skot í dystinum og vann tvey brotskøst, men liðið hjá landsliðsliðskiparanum tapti 33-28 í Forum Horsens.
Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði fyrsta málið í dystinum. Tað var annars serliga fyrra helming av seinna hálvleiki, at nummar 7 veruliga gjørdi bart við fleiri góðum málum eftir gjøgnumbrot, umframt uppleggum.
Maria í dystinum móti Danmark í EM-endaspælinum í desember. Sum 20-ára gomul spælir hon lutfalsliga nógv í fremstu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
Samanlagt legði ungi føroyski spælskiparin upp til fimm mál, og skoraði hon eisini fimm mál fyri Horsens í fimm-máls sigrinum.
Maria brendi nøkur skot og átti eisini trý teknisk mistøk, men hon hevði sín týðandi leiklut í, at Horsens lyfti seg uppeftir á stigatalvuni.
Tað eru jalig tekin, at ungar føroyskar kvinnur, sum hava tikið fetið uttanlands, veruliga gera vart við seg og taka ábyrgd í dystum í einari av heimsins bestu deildum. Mikukvøldið var serliga Jana Mittún í hopla fyri Viborg (eisini tíggju mál+upplegg)
Sí eisini: Jana Mittún varð javnsettur toppskjútti hjá Viborg
Mikukvøldið spæla Maria Nólsoy og Horsens lykladyst í Ringkøbing móti Rakul Wardum og teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald