Annað

Máttu víkja fyri illveðrinum

Bara harðasta kjarnan sat eftir tá dysturin varð bríkslaður í gongd. Restin fór innum at hyggja.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-22 16:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vakri íslendski tjóðsangurin, Ó Guð vors lands, hoyrdist lutfallsliga langan veg í illveðrinum í Vágsbotni beint áðrenn dysturin millum Ísland og Nigeria skuldi byrja.

Mynd: Sverri Egholm

Men tá liðugt var at syngja, tímdi annars stóra fjøldin, væl skiljandi, ikki at standa í nógva regninum og vindinum longur, og so fór ein riðil av fólki út móti Skálatrøð, móti Irish Pub.

Bara tann harðasta kjarnan sat eftir. Men í øllum førum var góð uppmøting til tjóðsangin. Har mundu vera eini 70-80 fólk.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder