Annað

Mest vinnandi feløgini í føroyskum mansflogbólti skulu spæla FM-finalu

ÍF vann spennandi steypafinaluna síðst í februar og hevur eisini vunnið tveir dystir móti Mjølni í landskappingini. Í morgin og leygardagin skulu klaksvíkingar verja heitið móti júst ÍF.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-31 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum mansflogbólti, sum bresta saman í finaluni í mansflogbólti skírisdag og leygardagin. ÍF hevur vunnið landskappingina 11 ferðir og steypakappingina níggju ferðir. Mjølnir hevur vunnið landskappingina tíggju ferðir og steypakappingina fimm ferðir. Samanlagt er talan harvið um 35 steyp.

Fuglfirðingar vístu seg sum teir stinnaru, tá steypafinalan varð leikt, men síðani hava klaksvíkingar funnið aftur á slóðina. Tí er ikki ósannlíkt, at Mjølnir kann endurtaka sigurin frá í fjør og í fyrraárið

Stigatalvan sigur, at Mjølnir hevur verið tað sterkasta liðið, tí samanlagt hava klaksvíkingar spælt seg til 46 stig í landskappingini í ár, og teir eru tí fimm stig fremstir í landskappingini. Klaksvíkingar hava bara tapt tveir dystir, men teir hava báðir verið móti ÍF, og leggja vit so steypafinaluna afturat, so prógvar tað bara, at er tað nakar, sum skal fáa bilbukt við Mjølnir, so er tað júst ÍF.

Har vísti ÍF, at teir hava liðið til at vinna hesar tøttu og avgerandi dystirnar, sum ein steypafinala er. Tað hevur Mjølnir eisini, og tað eru nakað fleiri royndir á liðnum hjá klaksvíkingum, sum seinastu tvey árini hevur vunnið FM-finalurnar - tó er liðið nakað broytt nú, og kanska megna teir í reyðum og hvítum at koppa Mjølni í dystunum um gullið og harvið taka greipuna.

Tað eru greitt tey bestu liðini í Føroyum, sum bresta saman í finaluni skírisdag og leygardagin, og sum støðan er, kann tað væl vera, at alt skal avgerast í einum avgerandi gullsetti.

Mansfinalurnar verða spældar skírisdag 1. apríl og leygardagin 3. apríl klokkan 18 og kvinnufinalurnar somu dagar klokkan 15. Har hittast SÍ og Dráttur.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya

Les eisini: Tað fær illa verið meira spennandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder