Annað

Metnógv hugdu eftir Super Bowl

123,4 milliónir hugdu eftir stóru finaluni í amerikonskum fótbólti - helst er poppstjørnan Taylor Swift ein orsøk til metið.

Helst størsta poppstjørnan í løtuni Taylor Swift og Travis Kelce eftir Chiefs-sigurin mánanáttina (Mynd: EPA)

Helst størsta poppstjørnan í løtuni Taylor Swift og Travis Kelce eftir Chiefs-sigurin mánanáttina (Mynd: EPA)

2024-02-13 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umleið 123,4 milliónir hugdu, tá Kansas City Chiefs mánanáttina vann Super Bowl móti Sanfrancisco 49ers.

Tað upplýsir greiningarfyritøkan Nielsen, skrivar CBS.

Hetta er hægsta hyggjaratal nakrantíð. Síðsta ár fylgdu metnógv eisini við, tá 115,1 milliónir hyggjarar vóru.

Serliga nógv hevur verið at hoyrt um Super Bowl í ár í altjóða miðlum, men ikki bert fyri tað ítróttaliga.

Stórur partur av viðgerðini hevur snúð seg um poppstjørnuna Taylor Swift og unnustan Travis Kelce, sum spælir við Kansas City Chiefs.

[object Object](Mynd: EPA)

Taylor Swift hevur hetta kappingarár fylgt við frá áskoðararplássunum, og Super Bowl var einki undantak. Tað fór heldur ikki framvið í sjónvarpsframleiðsluni, sum støðugt hevði eitt upptókutól við linsuni klistrað á Swift.

Sambært lýsingafyritøkni Apex hevur parið økt virði á NFL við 331,5 milliónum dollarum.

[object Object](Mynd: EPA)

Tað var Kansas City Chiefs, sum vann Super Bowl eftir longda leiktíð. Hetta er aðru ferð í søguni við Super Bowl, at longd leiktíð skal til fyri at finna ein vinnara.

Les eisini: Kansas City Chiefs endurvann Super Bowl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder