Fyri tíggju døgum síðani gjørdist hann heimsmeistari fyri triðju ferð á rað við Danmark og varð dagin eftir heiðraður á Ráðhúsplássinum av túsundtals dønum. Tá sást hann smílandi og við børnum sínum, men nú er greitt at danska hondbóltsstjørnan líður.
Ein bumba hevur í dag rakt danskan hondbólt. Aalborg Håndbold legði fyrrapartin eitt skriv út á heimasíðu undir yvirskriftini "Mikkel Hansen sjúkrameldaður við sjúkyeyðkennum fyri strongd".
- Í samráð við tættastu familju, læknar og Aalborg Håndbold hevur Mikkel Hansen í dag sjúkrameldað seg við stress sjúkueyðkennum. Hetta kemur sum ein baksláttur eftir er serliga hart ár fyri Mikkel.
Hann hevði ein blóðtøpp í lungunum, sum hann varð skurðviðgjørdur fyri síðsta vár. Stutt seinni flutti Mikkel Hansen heim til Danmarkar fyri at spæla fyri Aalborg. Hann hevur saman við familjuni búð í Keypmannahavn men ferðast ímillum, og í Danmark hevur sjóneykan av álvara verið vend ímóti helst størsta hondbóltsnavninum í søgu landsins, sum eftir tíggju ár í útlegd vendi heim aftur at spæla. Fyrispurningarnir hava verið heilt nógvur, og fokusi á hann hevur verið øðiligt, sigur Jan Larsen, stjóri í Aalborg Håndbold.
Mikkel Hansen varð í fjør raktur av blóðtøppi í lungunum. Hann kastaði seg skjótt aftur í eina strævna hondbóltsskrá, og í januar var HM á skránni (Mynd: EPA)
Atfinningarnar hava eisini verið nógvar, tí tað ikki hevur gingið so væl sum væntað hjá nummar 24, og øll hava snakkað um Mikkel Hansen.
- Eftir at hann kom heim frá HM-endaspælinum, vísti tað seg, at bikarið varð fylt heilt upp, og vit hava saman tikið tí einastu røttu avgerðina, har fokus bert er á, at Mikkel fær tí neyðugu tíðina og neyðuga stuðulin til at koma ordiliga fyri seg.
- Vit gleða okkum til Mikkel kemur aftur, men beint nú er tað mest umráðandi, at hann fær ansa eftir sær sjálvum og verið saman við familjuna, sigur Jan Larsen við aalborghaandbold.dk
Hann undirstrikar, at heilsan hjá Mikkel Hansen er tað mest umráðandi, at tað ikki er neyðugt at upplýsa meira um støðu hansara, og at miðlar og onnur allarhelst skulu geva Mikkel Hansen og familju hansara frið í tí næstu tíðini.
Tað er ikki greitt, nær 35-ára gamli Mikkel Hansen er tøkur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald