Hondbóltur

Misjavnt kvøld hjá føroyingunum í Danmark

Seks landsliðspælarar vóru í eldinum, tá besta danska deildin fór í gongd aftur hóskvøldið. Pernille Brandenborg skeyt fimm mál í sigri á landsliðsliðfeløgunum - Jana Mittún var dagsins spælari hjá Viborg.

Pernille Brandenborg skoraði fimm mál og stóð seg væl í Aalborg - Annika Fríðheim Petersen bjargaði tó trimum skotroyndum hjá liðskipara sínum á landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg skoraði fimm mál og stóð seg væl í Aalborg - Annika Fríðheim Petersen bjargaði tó trimum skotroyndum hjá liðskipara sínum á landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-03 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í november og fyrst í desember spældu tær EM-endaspæl í Sveis. Síðani hevur ein steðgur verið hjá teimum sjey føroysku landsliðsspælarunum, sum til dagliga spæla í fremstu donsku deildini.

Kvindeligaen fór í gongd aftur í gjárkvøldið, hósdagin 2. januar. Fult umfar var - tað komu ikki so nógv stig samanlagt til høldar hjá føroyingafeløgunum, men nøkur góð avrik vóru hjá føroyskum spælarum.

Ikast - Skanderborg 36-26 
Súna Krossteig Hansen spældi partar av dystinum og skeyt tvey mál fyri Skanderborg - stórfavorittarnir vunnu tó greitt

Bjerringbro - Horsens 26-25
Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ikki nakran leiklut í fyrsta dystinum hjá Horsens, eftir at Claus Mogensen er farin.

Maria fekk ein stoyt í knæðið móti Danmark fyri einum mánaði síðani - Bjerringbro skoraði sigursmálið í síðsta sekundi, og Horsens er nú næstniðast.

Aarhus - Ringkøbing 32-32
Rakul Wardum spælir ikki so nógv fyri botnliðið og var bert inni til tvey brotskøst og nøkur fá álop, sum Aarhus hevði. 

Føroyski landsliðsmálverjin hevði onga bjarging, men Ringkøbing fekk eitt stig í Aarhus - eitt stig sum kann fara at verða ógvuliga kærkomið. Málið til 32-32 kom fimm sekund fyri tíð. Ringkøbing er framvegis aftast og liggur til beinleiðis niðurflyting, men nú er styttri til fleiri lið hjá Rakul og teimum.

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum spældi stóran leiklut til EM-endaspæli - við høgum prosentum og fleiri stórbjargingum. Báðar eru við í botnstríði í Danmark, og í løtuni spælir Annika meira, enn Rakul ger (Mynd: EHF/Kolektiff)

EH Aalborg -København 26-31
Pernille Brandenborg
var tann einasti landsliðsspælarin, sum var við í sigri í gjár. Strikuspælarin spældi ikki nakað serligt í álopinum fyrstu løtuna, tí Tabea Schmid tók minuttirnar. Føroyski landsliðsliðskiparin slapp tó so líðandi framat og skoraði fimm mál.

Annika Fríðheim Petersen bjargaði tó trimum skotum hjá Pernille, sum hon kennir væl. Samanlagt tók Annika seks av teimum 19 skotunum, sum komu móti henni, ta løtuna hon var inni (31 prosent). Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen brendi sína skotroynd í dystinum. 

Viborg - NFH 27-31 
Viborg tapti á heimavølli lykladyst í stríðnum um at verða í topp-fimm og at fáa stig við sær í endaspæli. Jana Mittún var tó í løtum eitt veruligt ljóðspunkt.

- Tað er bert Mittún, sum kann koma upp í ferð og hótta hjá Viborg - hon hevur verið eitt deiligt íkast til spælið hjá teimum.

Soleiðis segði Lærke Møller, viðmerkjari á TV2 Sport, sum vísti dystin. Her sást 21-ára gamla hoyvíkskvinnan geva Viborg lív so líðandi í 1. hálvleiki. Aðrar brendu tó heldur illa - Jana brendi sjálv fýra skot í dystinum, men harav vóru tvey, sum vóru tá eingin alvering var eftir (armurin uppi).

[object Object]
Jana Mittún dagsins spælari (Mynd: Viborg HK)

Jana Mittún hevði fýra mál (næstflest hjá Viborg), tvey upplegg, hon trekti tvær útvísingar og vann eitt brotskast, umframt at nummar 77 vann ein bólt í verjustøðu. Júst har spældi hon seg upp í dystinum og hevur lagt afturat í sínum spæli, vísa viðmerkjarar og venjari á.

Tvær heilt óneyðugt tekniskar villur telja niður, Viborg tapti, men Jana Mittún er við at staðfesta seg sum meira týðandi spælara hjá teimum grønkløddu. Føroyski landsliðsprofilurin varð eisini kosin dagsins spælari hjá Viborg í gjár.

Støðan í Kvindeligaen

Dystarskráin sæst HER - umfar er longu aftur um vikuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder