Annað

Mjølnir favorittur at endurvinna steypakappingina

Menninir úr Klaksvík hava aftur í ár verið einaráðandi í føroyskum mansflogbólti, men nú skulu sørvingarnir royna at steðga teimum í finaluni.

Spurningurin er, um menninir hjá Mjølni aftur í ár kunnu fegnast í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Spurningurin er, um menninir hjá Mjølni aftur í ár kunnu fegnast í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-22 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er steypafinala nummar ellivu hjá Mjølni. Fýra steyp eru komin til høldar, og seinnapartin skulu menninir úr Klaksvík royna at vinna nummar fimm í røðini.

Tað hevur gingið serstakliga væl í hond hjá Mjølni hesi seinastu bæði kappingarárini - flestu settini og allarflestu dystirnir eru endaðir við sigri. Í fjør vann liðið greipuna, og hetta er málið aftur í ár.

SÍ hevur vunnið sjey steypafinalur, og besta mansliðið úr Sørvági er oftast í finaluni. Seinast SÍ vann var í 2018, tá eitt sera roynt lið, sum spældi í 1. deild tá, sigraði móti ÍF. Á núverandi SÍ-liðið eru eisini nógvar landsliðsroyndir - Flogbóltssambandið skrivar, at tilsamans hava teir á SÍ-liðnum spælt 417 landsdystir sínamillum og klaksvíkingar 132.

Tað er tó Mjølnir, ið er greitt oddalið í landskappingini og greiður favorittur at vinna í dag. Klaksvíkingar hava nógvar streingir at spæla upp, og so er tað upp til SÍ at forða teimum. Tað er als ikki óhugsandi at tað hóast greiða munin á stigatalvuni í landskappingini verður talan um eina tætta finalu í Stórhøllini. Fyrsti bóltur verður servaður klokkan 16.00.
 
Leygardagin 22.02
kl. 13.30 Kvinnur SÍ - Mjølnir
kl. 16.00 Menn Mjølnir - SÍ

Les eisini: 
Í vikuskiftinum eigur flogbólturin tørn
Beinleiðis stroyming: Barna-og ungdómsfinalurnar (Vaksnamannafinalurnar kunnu síggjast hjá KVF)
Kappingarárið hjá SÍ stendur uppá spæl í steypafinaluni
Evropeiski flogbóltsforsetin hitti løgmann
  
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder