Fótbóltur

Mótstøðuliðini hjá Føroyum hava staðið seg væl undan EM

Sveis, Kroatia og Danmark vunnu øll dystir um vikuskifti. Føroyar leggja fyri móti Sveis fríggjadagin klokkan 17 - vertirnir hava millum annað vunnið upphitingardyst á Íslandi.

Føroyar vóru í undanbólki saman við Íslandi og bjóðaðu av, men samanlagt vórðu ov nógvir møguleikar brendir hesar dystirnar. Nú hevur Ísland spælt tættan dyst móti Sveis (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru í undanbólki saman við Íslandi og bjóðaðu av, men samanlagt vórðu ov nógvir møguleikar brendir hesar dystirnar. Nú hevur Ísland spælt tættan dyst móti Sveis (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-26 11:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin klokkan 17 spæla føroysku hondbóltskvinnurnar søguligan dysti í Sveis. Fyrsti endaspælsdysturin verður móti einum av vertstjóðunum. Sveis hevur ikki spælt undankappingardystir vegna vertsstøðuna, men liðið hevur staðið seg heilt væl í upphitingardystunum.

Sveis: 
Umframt at hava nógvar spælarar úr heimligu deildini, hevur Sveis spælarar úr Budesliguni, bestu fronsku deildini, Kvindeligaen í Danmark, bestu svensku deildini og unga vongtalentið Miu Emmernegger úr norska stórfelagnum Vipers Kristiansand.

Undan øðrum endaspælinum í søguni hjá sveisisku kvinnunum hava tær vunnið allar upphitingardystirnar - millum annað stórt á Rumenia. Fríggjakvøldið vann Sveis 30-29 á Íslandi. Føroyar og Ísland vóru í bólki saman í undankappingingini. Tær íslendsku vóru tað omaná og vunnu við fimm og fýra málum. Hevði føroyski hvassleikin verið betri í hesum dystunum, høvdu Føroyar fingið okkurt stig móti grannunum fyri vestan.

Sí eisini:
Súna: - Vit læra nógv av hesum dystunum
Ov stór sveiggj í spælinum móti Svøríki

Kroatia:
Føroyar eru lægst styrkismettar í bólkinum. Vónin er tó, at man serliga kann bjóða Sveis av, men Kroatia á einum minni góðum degi hjá Balkan-landinum kundi verið áhugavert.

Liðið vann púra óvæntað EM-bronsu fyri trimum árum síðan. Kroatia hevur stóra kropsliga styrki og vann um vikuskiftið á bæði Serbia (30-26) og Norðurmakedónia (26-18) - sum vóru í sama styrkisbólki sum Kroatia til EM - í lítlari venjingarkapping. Harvið er liðið eisini væl fyri undan endaspælinum. Føroyar spæla móti Kroatia sunnudagin klokkan 14.

Sí eisini: Hørð men heilt ymisk mótsstøða í Basel

Danmark:
Á pappírinum greitt tað sterkasta liðið í bólki D. Spælararnir eru profilar í sterku donsku deildini ella í øðrum stórum evropeiskum deilum. Liðið hjá Jesper Jensen hevur heiðursmerki í fýra stórum endaspølum á rað, og Føroyar fara at fáa tað ógvuliga trupult móti Danmark í seinasta bólkaspælsdystinum, týsdagin 3. desember.

Í "Golden League" venjingarkappng vann Danmark á Niðurlondum og Rumenia og spældi javnleik móti norsku evropameistarunum og OL-gullvinnarunum, sum gamaní ikki eru í somu styrki sum áður upp til hetta endaspælið. 

Føroyski hópurin hevur í løtuni seinastu venjingina undan fráferð, sum er fyrrapartin í morgin.

Sí eisini: Vænta umleið 400 føroyskir fjepparar í Basel

Yvirlit yvir EM-hópin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder