Hann hevur fyrr gjørt um seg í svimjing, og nú er hann evropameistari í inniróðri í bólkinum Masters 30-39 ár á 2.000 metrum.
Dánjal Martin Hofgaard fekk eisini eitt silvurheiðursmerki í Prag. Tað var á 500 metrum í opnu kappingini.
Les eisini: Fýra føroysk gull til EM í inniróðri
Í kvøld, fríggjakvøldið 17. januar klokkan 18.30, verður vágbingurin heiraður í heimbygdini.
Dánjal Martin Hofgaard
Vágs kommuna skipar saman við Vágs Kappróðrarfelag fyri móttøkuni fyri evropameistaranum í inniróðri, Dánjal Martin Hofgaard. Móttøkan verður í nýggja kappróðrarneystinum á havnarlagnum í Vági - tað er pakkhúsið uttanfyri havnaskrivstovuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald