Annað

Móttøka fyri FM-vinnarunum í talvi

Borgarstjórin heiðraði Havnar Telvingarfelag í gjár. Hetta var føroyameistaraheiti nummar 24 hjá felagnum.

Liðið hjá  Havnar Telvingarfelag saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Liðið hjá Havnar Telvingarfelag saman við Anniku Olsen, borgarstjóra (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-06-11 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri smáum trimum vikum síðani tryggjaði Havnar Telvingarfelag sær FM í talvi 2020, og seinnapartin í gjár vóru føroyameistararnir á gátt hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen.

FM-heitið glapp Havnar Telvingarfelag av hondum í fjør, men í ár bragdaði aftur, og Havnin eigur nú aftur FM-vinnararnar, skrivar Tórshavnar kommuna. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á Sandavágs Telvingarfelag í avgerðandi dystinum á Giljanesi

- Sum Súni Merkisstein tók til, gjørdist hetta einki minni enn ein knúsandi stórsigur, segði borgarstjórin, Annika Olsen.

Les eisini: Havnar Telvingarfelag vann
                 Tað er mangur leikur í longum talvi

- Eg hoyrdi, at fleiri øtaðust, tá ið liðskiparin Helgi Dam Ziska avgjørdi at seta einans 14 ára gamla Luitjen Akselsson Apol ímóti sjálvasta Torkil Nielsen í finaluni, segði borgarstjórin eisini.

Annika Olsen sipaði til, at ungi og evnaríki telvarin fekk í avgerandi dystinum uppgávuna at vinna á mest royna leikaranum hjá sandavíkingum. Hesa uppgávuna lyfti Luitjen sannførandi.

Havnar Telvingarfelag hevur nú vunnið FM í talvi 24 ferðir. Felagið í Havn hevur 100 ár á baki um trý ár. Felagið varð stovnað 18. apríl 1923.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder