Tætta dystarskráin í desember í Premier League merkir, at fótbóltsáhugaði veruliga eru forkelaði, og tað er longu byrjað. 15. umfar er miðvikuumfar, og tveir dystir vóru á skránni í gjár.
Les meira: Manchester City vann greiðan sigur
Manchester City greiddi sína skyldu í Burnley og hevur nú átta stig upp til Liverpool. Crystal Palace spældi í undirtali í 70 minuttir, men tað megnaði Bournemouth ikki at gera sær dælt av - Jeffrey Schlupp skoraði einsamalla málið fyri heimaliðið.
Tvímálsskjúttin Gabriel Jesus og hinir á City-liðnum kundu fegnast í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Í kvøld eru tveir "stórdystir". Ikki tí at tað eru oddadystir, men tað er ein grannauppgerð í Liverpool við oddaliðnum, og Mourinho verður aftur at síggja á Old Trafford.
Tottenham og United hava havt eitt vánligt kappingarár í Premier League higartil, men undir fyrrverandi United-venjaranum hevur Tottenham vunnið tríggjar útav trimum dystum og spælt við meira vilja. United manglar ógvuliga nógv í løtuni, og spurnartekin verða sett við Solskjær. Góðar keldur hava í vikuni borið fram, at Pochettino, ið varð uppsagdur í Tottenham í farna mánaði, er áhugaður í starvinum í Manchester. Hann varð settur í samband við tað, tá tað gekk ikki hjá Mourinho, og áðrenn Solskjær varð settur fast.
Smílini og tað jaliga kring Ole Gunnar Solskjær fánar meira og meira sum tíðin gongur. Í vikuskiftinum endaði tað við javnleiki móti Aston Villa á heimavølli, og spurningurin er hvussu heitur stólurin hjá norðmanninum er (Mynd: EPA)
Í reyða partinum av Liverpool er lítil og eingin orsøk til ikki at smílast fyri tíðina. Liverpool hevur ikki tapt í kappingarárinum, 13 sigrar og ein javnleikur (á Old Trafford í oktober) er úrtøkan hjá Klopp og hansara monnum. Harvið peikar pílurin beint ímóti fyrsta Premier League-steypinum. Everton er altíð ein áhugaverd uppgáva hjá Liverpool. Hóast stórur munur er á liðunum á stigatalvuni, og Liverpool er á heimavølli, har liðið ikki hevur tapt í næstan 50 dystir, so er ein grannauppgerð serlig. Liverpool er eisini uttan málverjan Allison, sum fekk reytt kort í 2-1 sigrinum á Brighton í vikuskiftinum.
Virgil Van Dijk endaði á 2. plássi í Balon d'or atkvøðugreiðsluni. Í vikuskiftinu skoraði sterki verjuleikarin við tveimum stútarum eftir upplegg frá Trent Alexander-Arnold (Mynd: EPA)
Alisson Becker útvístur móti Brighton - harvið er hann ikki tøkur í kvøld (Mynd: EPA)
Góða gongdin hjá Chelsea steðgaði í vikuskiftinum. Í kvøld skulu trý stig til høldar móti uppflytarunum á heimavølli fyri at tryggja sær at góð frástøða er frá 4. plássinum. Leicester er stórfavorittur móti Watford, ið er uttan venjara og sum liggur niðast. Southampton basti Watford leygarkvøldið, og í kvøld er aftur ein týðandi botndystur á St' Mary's leikvøllinum
Premier League, 15. umfar:
Chelsea - Aston Villa
Southampton - Norwich
Leicester - Watford
Manchester United - Tottenham
Wolves - West Ham
Liverpool - Everton
Allir dystirnir byrja klokkan 19.30, uttan dysturin í Liverpool sum byrjar klokkan 20.15
Í gjár:
Crystal Palace - Bournemouth 1-0 (0-0)
Burnley - Manchester City 1-4 (0-1)
Støðan:
1. Liverpool (40 stig)
2. Manchester City (32 stig) *
3. Leicester (32 stig)
4. Chelsea (26 stig)
5. Crystal Palace (21 stig) *
6. Tottenham (20 stig)
7. Wolves (20 stig)
8. Sheffield United (19 stig)
9. Arsenal (19 stig)
10. Manchester United (18 stig)
11. Burnley (18 stig) *
12. Bournemouth (16 stig) *
13. West Ham (16 stig)
14. Newcastle (16 stig)
15. Aston Villa (15 stig)
16. Brighton (15 stig)
17. Everton (14 stig)
18. Southampton (12 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig)
Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald