Annað

Mugu avlýsa svimjistevnu í Páls høll

Fáa ikki nóg nógv fólk at hjálpa nú korona herjar.

(Mynd: Svimjing.com)

(Mynd: Svimjing.com)

2022-02-04 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Suðuroyar Svimjifelag hevur tíverri verið noytt at avlýsa svimjistevnuna sum skuldi verða í Páls Høll í Vági, nú hin 5. og 6. februar 2022.

Tað skrivar Svimjing.com.

Sum við so nógvum øðrum er orsøkin korona, men hesaferð er tað ikki orsaka av avmarkingum.

Svimjifeløgini fingu í gjár kunnning um, at trupulleikin er at skaffa nóg nógv hjálparfólk til at gjøgnumføra kappingina. Nógv eru rakt av koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder