
Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Tað gekk ikki at fáa stig aftur hesaferð móti slovensku meistarunum á einum degi, har teir hjá KÍ ilskaðust eitt sindur inn á reyða kortið til Árna Frederiksberg, vánaliga grasvøllin men mest á sítt samanlagda avrik.
Olimpija Ljubljana var bara betri, og tað vildu KÍ-umboðini heldur ikki dylja fyri í samrøðunum við Portalin aftaná 2-0 ósigurin.
Sí samrøðurnar:
Jákup B. Andreasen: Ikki uppiborið stig samanlagt
Árni Frederiksberg: - Haldi eg átti frísparki - ikki hann
Magne Hoseth: - Tora ov illa og renna ov nógv aftaná
Jonathan Johansson: - Vánaligasti evropeiski dysturin hjá okkum í ár
UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í gjár hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ 2-0 (0-0)
83' David Sualehe 1-0
88' Mustafa Nukic 2-0
Sí eisini: KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Tvey lið koma víðari
Vónin hjá KÍ um at koma víðari úr bólkaspælinum hongur nú í einum tunnum tráði, og man sá týðiliga vónbrotið á spælarum, venjaratoymi, KÍ-umboðum og partvíst eisini áskoðarunum í gjár.
Eftir dystin komu spælararnir hjá KÍ yvir at klappa fyri og takka teimum 40-50 føroysku áskoðarunum, ið vóru til staðar í slovenska høvuðsstaðnum. Nakrir høvdu eisini yvirskot at vera verandi og práta eitt sindur. Millum annað Jóannes Kalsø Danielsen fekk nøkur klemm, og ógvuliga vónbrotni Jonathan Johansson, ið stóð ein flottan dyst í málinum, fekk heilsa uppá norsku vinmenn sínar.
Eitt føroyskt flagg sást eisini millum Ljubljana-áskoðarnar. Til ber at síggja nakrar myndir frá løtunum eftir síðsta bríksl niðanfyri. Tær hevur Aleksandar Djorovic tikið fyri Portalin.
Sí allar myndir frá dystinum í Slovenia her
-
KÍ-øki á leikvøllinum í Ljubljana
-
-
-
Geza Turi Tamás, málmansvenjari
-
Nils Jonathan Johansson var ógvuliga vónbrotin um, at mál fóru ígjøgnum hóast alt stríðið
-
Hann fekk heilsa uppá sínari vinmenn úr Oslo, ið vóru millum tey, ið vóru komin langa vegin at stuðla KÍ
-
Merkið sást í bólkinum hjá heimáskoðarunum
-
Jóannes Kalsø Danielsen
-
Tummas Lervig eisini kom oman
-
-
-
-
Tummas Lervig, formaður, og Rúni Heinesen, næstformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald