Fótbóltur

Norðoyingarnir í Ljubljana hava góðar vónir

- Vit vinna 2-1, sigur ein av teimum fýra sum møttu tíðliga upp til fjepparaupphitingina. Um eina løtu gongur leiðin yvir á leikvøllin.

2023-11-09 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Sum vit skrivaðu um fyrr í dag, vera upp til 50 áskoðarar til staðar í Slovenia, sum halda við KÍ. 

Millum teir eru fýra norðoyingar, sum komu seinnapartin í gjár. Tríggir av teimum arbeiða saman í Borg í Klaksvík og ungu menninir avgjørdu stutt eftir lutakastið at fara til Ljubljana at stuðla.

- Tað var ein á pappírinum góður møguleiki at fáa stig, man hevði hoyrt gott um býin, og vit vildu royna okkurt øðrvísi og stuðla KÍ eisini har, sigur ein teirra.

Tróndur Sirdal, Bent Kristoffur Klakstein, Fríðálvur Klakk og Martin Olsen búgva á sama gistingarhúsi sum spælararnar, og í løtuni verður skipað fyri upphiting á matstovuni her.

Eini tíggju norðoyingar eru júst lagdir afturat, umframt norðmenn ið halda við KÍ og eru vinmenn við málverjan Nils Jonathan Johansson. Hann búði har, áðrenn bráfeingis boðini komu frá Magna Hoseth úr Klaksvík. Summir av norðmonnunum vóru eisini í Göteborg, tá KÍ sló Häcken. Sum skilst koma KÍ-fejpparar úr Italia eisini til dystin.

[object Object]
Norðmenn komnir til Lubljana at stuðla málmansvini sínum og KÍ 

Sí eisini: Formaðurin væntar sigur við einum máli

Vit spurdu klaksvíkingarnar við borðið um vónirnar til dystin. Allir hava rímiliga góðar vónir og vænta ein tættan dyst. Tippað verður tó bæði við hjartanum og heilanum.

- KÍ kemur afturum men vinnur 2-1, sigur tann eini avgjørdur.

Um eina løtu gongur leiðin yvir á leikvøllin, og tað eru ikki meira enn tíggju minuttir at ganga. Fjeppararnir í bláum ætla sær at leggja nógv fyri við fløggum, rópum og øðrum.

[object Object]

[object Object]

--------------------------------------------------------------

UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11: 

Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni Portalinum í samstarvi við dystir.fo.

Sjónvarp: TV2 Play (Neyðugt við haldi)

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

Sí eisini: 
Magne Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari
Árni Frederiksberg: - Skulu helst hava seks stig afturat - hugsavna okkum bert um hendan dystin
Føroyamestararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia
Slovener eru kroystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder