Fótbóltur

Video: Formaðurin væntar sigur við einum máli

- Vit ætla okkum víðari, sigur Tummas Lervig í Ljubljana. KÍ-formaðurin slær fast, at tað hevur kravt nógv at koma her til, og tað krevur nógv av felagnum at vera í einum bólkaspæli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-09 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Nú eru ikki nógvir tímar til dystin í Ljubljana, sum heimasíðan hjá KÍ sjálv skýrir ein lagnudyst fyri felagið.

Setningurin er rímiliga greiður fyri føroyameistararnar: Man skal hava stig og helst trý, um ein veruleikakendur møguleiki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum skal vera har, tá tvey umfør eru eftir.

Sí eisini: 
Magne Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari
Árni Frederiksberg: - Skulu helst hava seks stig afturat - hugsavna okkum bert um hendan dystin
Føroyamestararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia

Í KÍ-leguni í Ljubljana er sjálvandi spenningur - kanska mest rundanum sjálvan hópin. Formaðurin Tummas Lervig, næstformaðurin Rúni Heinesen, nevndarlimurin Sølva Jansdóttir Joensen, umframt miðlaábyrgdarpersónurin Solby Christiansdóttir eru við, umboðandi KÍ.

[object Object]
Rúni Heinesen, næstformaður, á leikvøllinum í Ljubljana til venjing í gjár. Hann og hini í nevndini fáa ymiskt frá hondini á slíkum túri (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Sí eisini: Slovenar eru kroystir

Vit settu Tummasi stevnu beint uttanfyri Austria Trend gistingarhúsið, sum er skamt frá Stozice leikvøllinum, har KÍ og Olimpija Ljubljana bresta saman í kvøld. 

Formaðurin tosaði millum um tað at vera í einum bólkaspæli, at man ætlar sær longur í Conference League, umframt at vera í Ljubljana og við liðnum.

Eisini segði Tummas Lervig, at 40-50 áskoðarar vera til staðar í Slovenia, sum halda við KÍ. Nakrir norðoyingar eru komnir til landið at stuðla, nakrir útlendingar, ið eru KÍ-fjepparar, umframt U16-landsliðshópurin við fylgi sum koyra úr Kroatia seinnapartin. U16-dreingirnir eru í løtuni til kapping í grannalandinum.

Sí video við Tummasi Lervig ovast. Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass

-------------------------------------

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni Portalinum í samstarvi við dystir.fo.

Sjónvarp: TV2 Play (Neyðugt við haldi)

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder