Fótbóltur

Føroyameistararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia

Conference League-dysturin í annaðkvøld kann fáa stóran týdning. KÍ-umboðini sláa kalt vatn í blóðið, hóast teir sjálvandi eru spentir.

Magne Hoseth og Árni Frederiksberg á tíðindafundinum á tjóðarleikvøllinum í kvøld (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Magne Hoseth og Árni Frederiksberg á tíðindafundinum á tjóðarleikvøllinum í kvøld (Mynd: Aleksandar Djorovic)

2023-11-08 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): - Sum altíð í Evropa so verður tað ein trupul dystur. Vit eru tó væl fyri, tað er høgt sjálvsálit í hópinum, og vit gleða okkum ógvuliga nógv.

Soleiðis byrjaði Magne Hoseth tíðindafundin á Stozice leikvøllinum í Ljubljana. Slovenski tjóðarleikvøllurin verður í annaðkvøld karmur um dystin í 4. umfari í bólki A í Conference League-bólkaspælinum. Slovensku meistararnir taka ímóti føroyameistarunum, sum komu til landið seint í gjárkvøldið og sum høvdu lætta venjing á leikvøllinum fyrr í kvøld. 

Sí eisini - myndir og videosamrøða: 
Lívligir KÍ'arar í Ljubljana
Magne Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari

Í KÍ-hópinum tykist lagið at vera lætt og gott. Hópurin hugsavnar seg nú til stóru uppgávuna, og allir eru greiðir yvir týdningin av dystinum: Vinnur KÍ aftur á Olimpija Ljubljana hesaferð, so er liðið í heilt góðari støðu undan síðstu umførunum í bólkinum. Eitt stig kann gera mun, meðan eitt tap hevði gjørt víðari luttøku lítið sannlíka.

Slovensku miðlarnir spurdu í kvøld Árna Frederiksberg um hvat 3-0 sigurin merkti fyri KÍ, og hvussu teir sóu uppá tað at møguliga av álvara gera bart í bólkinum.

- Úrslitið í Føroyum ger ikki so stóran mun, í mun til hvussu vit síggja uppá bólkin. Áðrenn kappingarárið var tað at koma í eitt bólkaspæl málið. So settu vit nýggj mál. Tað er at koma víðari, eins og undan fyrra dystinum móti Olimpija - møguleikarnir gjørdust eisini betri við úrslitinum seinast.

[object Object]
Árni Frederiksberg og liðfelagirnir fingu flutt seg eitt sindur á grasinum eftir tíðindafundin (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]
Magne Hoseth og liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen, ið hevur fingið nóg mikið av tape (Mynd: Aleksandar Djorovic)

[object Object]Høvuðsvenjarin hevur sjálvur høgar tekniskar førleikar (Mynd: Aleksandar Djorovic)

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

Annars vóru slovensku miðlarnir áhugaðir í Føroyum, og hvussu Hoseth, Frederiksberg og hinir høvdu hátíðarhildið sigurin á Tórsvølli og upplivað Ljubljana higartil. Síðani varð eisini spurt, hvat tað merkti at yvirhøvur vera í einum bólkaspæli, ið er nakað nýtt fyri felagið og føroyskan fótbólt.

- Fyri meg sum høvuðsvenjara á fyrsta árið er tað nakað serligt at uppliva. Tað er tað eisini fyri spælararnir, men teir sum hava verið her seinastu árini hava verið nær við áður. So tað er ikki nakað, sum man er so bilsin av. Tað er tó nakað, ið vit eru eyðmjúkir um, og nú arbeiða vit víðari við allatíðina at royna at betra okkum, segði Magne Hoseth.

KÍ og Olimpija Ljubljana skulu stríðast um søgulig stig í slovenska høvuðsstaðnum í annaðkvøld frá klokkan 20. KÍ kann fáa stig á útivølli í einum bólkaspælsdysti á fyrsta sinni - Olimpija hevur síni fyrstu stig í nøkrum bólkaspæli til góðar enn.

Sí eisini: 
KÍ hevur tapt tríggjar teir seinastu evropeisku útidystirnar
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Veddingarfyritøkurnar vænta at tað fellur til slovensku meistararnar nú
Shaki ikki við í Slovenia
Jóannes: - Vænta at teir koma við einum aftursvari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder