Fótbóltur

KÍ hevur tapt tríggjar teir seinastu evropeisku útidystirnar

Í summar hevði liðið hjá Magna Hoseth tvey risa avrik og stórar upplivingar á útivølli, sum sendu KÍ víðari. Síðani hevur talan verið um tepur tap - í morgin skal gongdin vendast.

KÍ fór út úr Champions League eftir fyrsta slíka tapið á útivølli í ár. Luc Kassi var ógvuliga nær við at senda KÍ víðari í vanligu leiktíðini í Molde (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ fór út úr Champions League eftir fyrsta slíka tapið á útivølli í ár. Luc Kassi var ógvuliga nær við at senda KÍ víðari í vanligu leiktíðini í Molde (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-08 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld spælir KÍ sín sætta evropeiska útidyst í 2023. Hetta hevur verið gongdin higartil:

Champions League 1. umfar, seinni dysturin
Ferencvárosi - KÍ 0-3 

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Häcken - KÍ 6-7 eftir brotssparkskapping (2-2 eftir vanliga leiktíð)

Champions League 3. umfar, seinni dysturin
Molde - KÍ 2-0 eftir longda leiktíð (1-0 eftir vanliga leiktíð)

Europa League Play-off, seinni dysturin
Sheriff Tiraspol - KÍ 2-1

Conference League bólkaspæl, 1. umfar
Slovan Bratislava - KÍ 2-1

Sum sæst byrjaði KÍ framúr væl á hesum økinum við bragdinum í Budapest. Tvær vikur seinni gjørdist aftur talan um víðari luttøku eftir 0-0 á heimavølli og flott avrik á útivølli. Í Göteborg var tað meira dramatiskt: Tað var við brotssparkskapping, at liðið hjá Magna Hoseth aftur tryggjaði sær víðari luttøku í Champions League. 

[object Object]
Vegard Forren átti seinasta sparkið í enn einum KÍ-bragdið á Bravida leikvøllinum. Hetta var tað, sum staðfesti felagnum eitt bólkaspælspláss (Mynd: Sverri Egholm)

Í 3. umfari gekk ikki meira, hóast 2-1 sigur á Molde á Tórsvølli í fyrra dystinum og innrás av norðoyingum í Noreg. Tað stóð 1-0 til Molde eftir 90 minuttir, og hesaferð avgjørdi heimaliðið tað í longdari leiktíð.

Føroyameistararnir hava tapt tveir teir seinastu útidystirnar í Evropa 2-1. Bæði í play-off dystinum í Tiraspol og í fyrsta bólkaspælsdystinum var KÍ væl við, og nú skal liðið hjá Magna Hoseth royna at fáa tað at fella til sín fyrimuns.

Liðið hevur havt betri tíð til at fyrireika seg til hendan dystin, og hóast svongu slovensku meistararnir vera ein stór uppgávu, so hevur Olympia Ljubljana ikki sama toppstig sum mótsstøðuliðini frammanundan. Dysturin í Føroyum millum liðini fyri 13 døgum síðani endaði 3-0.

Uppgerðin í morgin byrjar klokkn 20. KÍ hevur venjing og annað í slovenska høvuðsstaðnum seinni í dag.

Sí eisini: 
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Veddingarfyritøkurnar vænta at tað fellur til slovensku meistararnar nú
Shaki verður ikki við í Slovenia
Jóannes: - Vænta at teir koma við einum aftursvari
Fyrireikingardagur í Ljubljana

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder