Fótbóltur

Fyrireikingardagur í Ljubljana

Føroyameistararnir høvdu langan ferðadag í gjár - í dag snýr tað seg um at fáa vant á grasinum og at fáa smálutir uppá pláss til stóru uppgávuna móti svongu slovenunum í morgin.

KÍ skal stríðast við við slovensku meistararnar um virðismikil stig í annaðkvøld. Seinnapartin hevur hópurin venjing á slovenska tjóðarleikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skal stríðast við við slovensku meistararnar um virðismikil stig í annaðkvøld. Seinnapartin hevur hópurin venjing á slovenska tjóðarleikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-08 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðalagið fór úr Klaksvík klokkan 5.45 í gjáramorgunin og var ikki uppá pláss fyrrenn klokkan av álvara nærkaðist midnátt. Tríggir flogtúrarar og nakað av bíðitíð vóru á skránni hjá KÍ-hópinum, sum nú fær hvílt seg og fyrireika seg í Ljubljana.

Slovenski tjóðarleikvøllurin, Stozice, verður karmur um dystin, sum hevur ógvuliga nógv at siga fyri KÍ. Liðið hjá Magna Hoseth roynir at koma víðari úr bólkaspælinum í Conference League, og tað kann vera ein lykil at fáa stig í Slovenia.

Sí eisini: 
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Veddingarfyritøkurnar vænta at tað fellur til slovensku meistararnar nú

KÍ er René Shaki Joensen (rivjabein) og Hall Hansson (knæ) fyriuttan. Annars er liðið fullmannað móti Ljubljana. Heimaliðið er favorittur á pappírinum og vann sunnudagin á útivølli móti oddaliðnum í slovensku deildini.

Hóast KÍ vann trygt 3-0 á Tórsvølli, so er ein ógvuliga torfør uppgáva í væntu. Jóannes Kalsø Danielsen og liðfelagirnir vita, at Olympia Ljubljana fer at leggja nógv fyri at sláa aftur og vaska tað skommina av sær, sum úrslitið í Føroyum var fyri slovenska felagið og slovenskan fótbólt sum heild.

Sí eisini: 
Jóannes: - Vænta at teir koma við einum aftursvari

KÍ hevur sum heild havt góða tíð at hugsavna seg um hendan lykladystin. Hópurin er á gistingarhúsi stutt frá Stozice leikvøllinum, sum tekur umleið 16.000 áskoðarar. Hvíld og nakað av taktiskari fyrireiking er á skránni, áðrenn leiðin gongur til venjing seint seinnapartin. Portalurin hevur meira tilfar harfrá.

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, í morgin hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder