Fótbóltur

Slovenar eru kroystir

Úrslitið á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani var ein skomm fyri felagið og fótbóltinum í landinum, var niðurstøðan. Nú vil Ljubljana løna KÍ aftur.

KÍ-spælarar og viðhaldsfólk kundu stórfegnast á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, men fyri teir í Ljubljana-leguni var talan um eina ræðuliga uppliving (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-spælarar og viðhaldsfólk kundu stórfegnast á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, men fyri teir í Ljubljana-leguni var talan um eina ræðuliga uppliving (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-09 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Tað verður eitt kroyst heimalið, sum tekur ímóti KÍ á slovenska høvuðsstaðnum í kvøld. Gamaní vann Ljubljana týdningarmiklan dyst í landskappingini sunnudagin - á útivølli móti oddaliðnum - men órógv hevur verið í felagnum, liðið hevur einki stig í Conference League og 3-0 tapið á Tórsvølli 26. oktober nívdi.

Hetta var sjónligt í slovensku miðlunum, eftir at KÍ hevði sett slovenska mesitaraliðið uppá pláss:

- Eitt av teimum vánaligastu úrslitunum í okkara søgu.
- Ein skomm og eitt lápunkt.

Soleiðis varð úrslitið hjá Olimpija Ljubljana í Føroyum lýst, og spælarnir noyddust eisini yvir til útiáskoðarnar á Tórsvølli at biðja um umbering. Hetta vilja teir nú vaska av sær.

- Vit skulu løna KÍ ósigurin í Føroyum aftur í morgin, segði spælaraumboðið fyri Olimpija Ljubljana á tíðindafundinum í gjár.

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen og liðfelagirnir skulu aftur í kvøld royna at halda Olimpija Ljubjana frá at fáa stig (Mynd: Sverri Egholm)

Í KÍ-leguni eru teir eisini greiðir yvir, at mótsstøðuliðið fer at royna at koma við nøkrum heilt øðrum hesaferð

- Vit kunnu vænta, at teir koma við einari reaktión í mun til síðsta dyst, sum slovensku miðlanir kallaðu vánaligasta úrslit í søguni hjá slovenskum fótbólti. So fyri bæði liðini hevur tað stóran týdning at vinna.

Hetta segði Jóannes Kalsø Danielsen við Portalin týsdagin. Spælarar og venjarar hjá KÍ hugsavna seg tó mest um at avrika til sítt besta. Magne Hoseth segði millum annað tvær ferðir í gjár, at KÍ skal avrika uppaftur betri enn í dystinum á Tórsvølli fyri at vinna aftur.

Sí eisini: 
Føroyameistararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia
Myndir: Lívligir og spentir KÍ'arar í Ljubljana

Video: 
Hoseth: - Skulu helst vinna her fyri at koma víðari
Árni Frederiksberg: - Deyðbóltar kunnu vit altíð hótta við

Høvuðsvenjarin hjá Olimpija segði á tíðindafundinum í gjár, at hann væntar eitt sterkt og ágangandi KÍ-lið aftur hesaferð. So snýr teg so um hjá hansara monnum at standa betri ímóti og at spæla við størri orku og yvirskoti. Zoran Zeljkovic tók fyri stuttum yvir, eftir at Olimpija Ljubljana hevði sagt meistaravenjaran upp. - Vit skulu vísa okkum frá okkara bestu síðu á heimavølli, staðfesti Zeljkovic.

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni Portalinum í samstarvi við dystir.fo.

Sjónvarp: TV2 Play (Neyðugt við haldi)

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder