Óiva størsti føroyski sigursharrin á oyggjaleikunum á Guernsey var 17 ára gamli rennarin Jónas Gunnleifsson Isaksen.
Ikki bara tí at hann vann tvey gullheiðursmerki (400 og 200 metra renning) og eitt silvur (4x400 metrar), men av tí at hann gjørdi tað sannførandi, av fólk rundan um rennivøllin Footes Lane eru sannførd um at hesin drongurin kemur at gera seg galdandi í alheims rennikappingum innan alt ov langa tí, so sannførandi vann hann.
Sí eisini:
Jónas eigur nú oyggjaleikametið
Video: Eg vildi tað meira enn hann
Jónas møguleika fyri gull aftur í annaðkvøld
Jónas vann suverent - men veit ikki hvussu skjott hann rann
Video: Kom eftir gulli á 200 og 400 metrum - og tað eydnaðist
Fimm heiðursmerki í frælsum ítróttum á seinasta degi
Kvívíkingar tóku fjølmentir ímóti á flogvøllinum, tá flogfarið hjá Atlantsflog kom í Vágar, beinleiðis av Guernsey um 11-tíðina í gjárkvøldið.
Í Kvívík skipaði kommunan fyri móttøku fyri bygdafólkunum, og borgarstjórin, Hans Jóhan Sørensen, segði nøkur orð.
Okkara fotografur á oyggjaleikunum, Jens Kr. Vang, er sjálvur kvívíkingur, so hann tók sjálvandi myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald