Hondbóltur

Neistin hevur framvegis møguleikan at koma víðari

Tað endaði við trý-máls tapi í fyrra Europa Cup dystinum í Litava, men Neistin var aftanfyri við seks málum í steðginum. Liðini spæla seinna dystin í morgin.

Silja Arngímsdóttir Müller spældi ein frálíkan dyst í Neista-málinum. Hon er skrásett fyri 17 bjargingar og er stór orsøk til, at Neistin kann venda tí samanlagt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Silja Arngímsdóttir Müller spældi ein frálíkan dyst í Neista-málinum. Hon er skrásett fyri 17 bjargingar og er stór orsøk til, at Neistin kann venda tí samanlagt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-22 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistakvinnur eru aftur í Europa Cup, og í dag spældu tær spennandi dyst í fyrsta umfarinum. Talan var um fyrra dystin í Litava móti Cascada HC Garliava. 

Hann sá annars ikki út til at fara at verða so spennandi seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, tá Neistin - eins og fyrstu løtuna - hevði heldur trupult við at skora, og Garliava skoraði fýra útav teimum seinastu fimm málinum í hálvleikinum.

Í steðginum var munurin harvið seks mál, men Neistin vísti styrki stóran part av 2. hálvleiki. Tað var skjótt, at tað gjørdist tætt á máltalvuni. Meira gongd kom á álopsspælið, og Silja Arngrímsdóttir Müller stóð ógvuliga væl. Ungi málverjin hevði 17 bjargingar samanlagt og tók yvir 40 prosent av skotunum, og eru hetta ógvuliga høg tøl fyri ein heilan dyst.

Málverjin hjá Garliava tók eisini frá, og sum heild brendi Neistin eitt sindur ov nógv til at vinna. Tað stóð á jøvnum fleiri ferðir í seinna hálvleiki, men útliðið kom ongantíð frammum. Ístaðin fór heimaliðið eitt sindur frá síðstu løtuna og vann við trimum málum.

Tað er tó als ikki ógjørligt hjá Neistanum at spæla seg víðari. Hetta vísti 2. hálvleikur í dag. Tað krevst tó í minsta lagi tað, at Neistin er á odda við trimum málum, tá ein tími er spældur í seinna dystinum. Hann verður í morgin klokkan 16 føroyska tíð. 

Bjørk Franksdóttir Joensen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Fult yvirlit sæst niðanfyri. Hagtøl frá dystinum síggjast her

European Cup 1. umfar, fyrri dysturin
Kaunas, Litava - fríggjadagin 22.09
Cascada HC Garliava - Neistin 28-25 (15-9)

[object Object]
Mynd: EHF

Bjargingar: Silja Arngrímsdóttir Müller 17 bjargingar (42 prosent)

Seinni dysturin: Í morgin, leygardagin 23.09 klokkan 16.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder