Hondbóltur

Neistin hevur spennandi uppgávu í Portugal um vikuskiftið

Benfica tekur ímóti í Lissabon bæði leygardagin og sunnudagin. Talan er um 3. umfar í European Cup og stóran bita fyri Neistakvinnur.

Høvuðsvenjarin hjá Neistanum er portugisiski RIcardo Oliveira. Hann  skal nú aftur til heimlandið at dystast við stórfelagnum. Kvinnurnar hjá Neistanum spældu seg í undanfarna umfari víðari í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í søguni

Høvuðsvenjarin hjá Neistanum er portugisiski RIcardo Oliveira. Hann skal nú aftur til heimlandið at dystast við stórfelagnum. Kvinnurnar hjá Neistanum spældu seg í undanfarna umfari víðari í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð í søguni

2023-11-09 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey føroysk lið eru eftir í evropeisku kappingunum: Menninir hjá VÍF og kvinnurnar hjá Neistanum.

Neistin spældi seg víðari eftir dramatiska brotskastskapping í Litava í september. Tað stóð á jøvnum samanlagt eftir tvær ferðir 60 minuttir hetta vikuskifti, og eisini tá  longd leiktíð hevði verið eftir seinna dystin. Liðið hjá Ricardo Oliveira, skjúttar og málverjar, var stinnari, tá tað skuldi avgerast úr sjey metrum, og var hetta ein søguligur sigur hjá Neistanum.

Lagnan vildi tað so, at venjarin skal aftur til heimlandið í hesum umfarinum. Neistin trekti eitt av mótsstøðuliðunum, har møguleikin fyri víðari luttøku/tøttum dystum er minst: Sport Lisboa e Benfica.

Benfica er mest kent fyri fótbólt, men er eisini heilt gott á hondbóltssíðuni. Tað vera á pappírinum ógvuliga ávbjóðandi men spennandi dystir hjá Neistakvinnunum um vikuskifti. 

Fyrri dysturin er leygardagin 11. november klokkan 13 føroyska tíð. Liðini spæla aftur sunnudagin klokkan 14. Báðir dystirnir verða spældir í portugisiska høvuðsstaðnum. 

Neistin tapti týskvøldið sín fyrsta dyst í Føroyum í ár, tá Kyndil vann granna- og oddadystin. Tá var Bjørk Franksdóttir Joensen ikki við - tað kann hava nógv at siga, um hon er tøk til dystirnar í Portugal.

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder