Annað

NFL: Endaspælið fer nú í gongd

Ein dystur verður leiktur seint í kvøld, og í nátt skulu Patriots royna at taka eitt fet ímóti at endurvinna Super Bowl.

JJ Watt er til reiðar aftur fyri Houston Texans. Tom Brady og Patriots skulu í eldin, eftir at Texans hava spælt (Mynd: EPA)

JJ Watt er til reiðar aftur fyri Houston Texans. Tom Brady og Patriots skulu í eldin, eftir at Texans hava spælt (Mynd: EPA)

2020-01-04 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12 lið eru nú eftir í stríðnum um at koma í Super Bowl. Átta av teimum spæla hetta vikuskifti í "Wild Card-umfarinum". Tey fýra við best úrslitum í grundspælinum, tvey úr hvørjari deild/hálvu av NFL, sita yvir. Øll hesi hava heimavøll komandi vikuskifti í "Divisional Round", ið eru sum fjórðingsfinalur. Tað eru úrslitini næsta stóra samdøgrið, ið avgerða, hvussu spælt verður komandi vikuskifti.

Wild Card Weekend
Leygardagin 4. januar 2020:
21.35: Buffalo Bills - Houston Texans 

Sunnudagin 5. januar: 
01.15: Tennesee Titans - New England Patriots

18.05: Minnesota Vikings - New Orleans Saints 
21.40: Seattle Seahawks - Philadelphia Eagles   

(Útiliðið stendur fyrst)

Les eisini: Til reiðar til endaspælið

Tað byrjar í Houston. Hetta er sættu ferð seinastu níggju árini, at Texans eru í endaspælinum. Tríggjar ferðir er tað eydnast at koma víðari úr Wild Card - umfarinum, men so gongur tað ikki meira.

[object Object]
Deshaun Watson í playoff-dystinum móti Colts í fjør. Texans tapti hendan dystin á heimavølli (Mynd: EPA)

[object Object]
Watson og Hopkins skulu finna loysnirnar móti verjuni hjá Bills í kvøld (Mynd: EPA)

Avbjóðingin hesaferð er stór hóast fyrimunin við heimavøllinum. Buffalo Bills vunnu 10 útav 16 dystum í grundspælinum, og serliga hevur verjan verið sterk í ár. Hetta er aðru ferð innan trý ár, men bert aðru ferð í hesari øldini, at Bills hava spælt seg í endaspælið.

[object Object]
Tre'Davious White órógvar her álopsspælið hjá Pittsburgh Steelers, ið Bills vóru við til at halda uttanfyri endaspælið. White skal dekka Deandre Hopkins upp í kvøld og er ein av teimum bestu á sínum plássi í NFL (Mynd: Google)

Hjá Texans er tað eitt stórt pluss, at JJ Watt, ið tríggar ferðir er kosin til ársins verjuleikara í NFL, er tøkur aftur eftir skaða í tveir mánaðir. 

[object Object]
Vrabel sum leikari hjá Belichick. Teir vunnu trý meistaraheiti saman - í nátt standa teir yvirfyri hvørjum øðrum á hvør sínari síðulinju (Mynd: EPA)

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár skulu Tom Brady og New England Patriots spæla í Wild Card-umfarinum. Seinastu níggju árini hevur liðið hjá Bill Belichick staðið seg so væl í grundspælinum, at tað hevur sitið yvir í fyrsta umfari í endaspælinum. Ein ósigur móti Miami Dolphins á heimavølli sunnudagin, ið kom óvart á tey allarflestu, gjørdi, at Kansas City Cheifs yvirhálaði Patriots, sum í nátt skulu dystast við Tenneseee Titans.

[object Object]
Ryan Tannehill skal royna at koppa Patriots (Mynd: EPA)

Liðið úr Nashville hevur sæð spennandi út, síðani Ryan Tannheill tók yvir sum quarterbakkur, og tað er Mike Vrabel, fyrrverandi verjuleikari (linebakker) hjá júst New England Patriots, ið stendur á odda fyri liðnum, ið nú skal bjóða Patriots av. 42-ára gamli Tom Brady hevur saman við Belichick vunnið heili seks Super Bowls í hesari øldini, men nú haltar álopsspælið, og tað er verjan, ið skal bera á mál, um Patriots skulu fara allan vegin í endaspælinum.

Dystirnir kunnu síggjast á TV3 + og Viaplay. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder