Hondbóltur

Nógvir ymiskir møguleikar í Wien

Lutakastið um bólkabýti til EM-endaspælið í november-desember byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Til ber at síggja tað í Kringvarpinum - Portalurin fylgir gongdini allan vegin.

Føroyar eru í niðasta styrkisbólki. Hvørjum man skal spæla ímóti til EM-endaspælið, og hvar dystirnir hjá Føroyum vera, verður greitt seinni í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar eru í niðasta styrkisbólki. Hvørjum man skal spæla ímóti til EM-endaspælið, og hvar dystirnir hjá Føroyum vera, verður greitt seinni í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann gerast ein marrubólkur við bert heilt sterkum liðum, har einki liggur væl til Føroyar. Tað kann hátta seg so, at vit bert fáa millum tey allarbestu í stykisbólkunum omanfyri okkum.

Tað kann eisini vera, at Føroyar raka rætt, og millum annað fáa eina av veikaru vertstjóðunum úr potti 2 og eitt av liðunum úr styrkisbólki 3, har man heldur seg veruliga hava ein møguleika at spæla við um stig.

Eitt lutakast er tilvildarligt, og møguleikarnir í Wien eru nógvir. Høvuðsvenjari og ein av profilunum á landsliðnum hava á Portalinum sett orð á, hvussu tey síggja støðuna.

Sí eisini: 
Claus Mogensen: Hevði verið stuttligt at fingið eina vertstjóð
Súna vil spæla móti Íslandi aftur

[object Object]Mynd: Eurohandball

Greiða skal eisini fáast á, hvar føroysku kvinnurnar skulu spæla søguligu dystirnar í vetur. Tríggjar vertstjóðir eru: Ungarn, Sveis og Eysturríki. Øll londini eru í styrkisbólki tvey. Ungarn er á pappírinum tað sterkasta av hesum - um man endaði í Ungarn (Debrecen) hevði tó verið møguligt at spælt sjálvan byrjanardystin. Hinir vertsbýirnir eru Basel og Innsbrück.

Sum eitt lið í niðasta styrkisbólkinum verður tað tungt, men spenanndi verður hvat lutakast Føroyar fáa í kvøld.

Lutakastið byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Kringvarpið sendir frá klokkan 16.45. Til ber eisini at stroyma á Youtube-síðuni hjá EHF. Portalurin fylgir gongdini tætt við millum annað einum beinleiðis bloggi, sum verður á forsíðuni frá nakað áðrenn lutakastið byrjar. Eisini eru vit til staðar í Føroya Banka og fáa viðmerkingar frá spælarum og umboðum frá HSF.

Styrkisbólkarnir til lutakastið til EM 2024:

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki og Niðurlond

Bólkur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis og Eysturríki

Bólkur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Norðurmakedónia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder