
Ein lítlan tíma aftaná boðini frá FSF um, at fyrsta umfar í Betrideildini varð flutt, varð greitt, at ÍF og NSÍ høvdu gjørt avtalu um venjingardyst í Runavík.
Fuglfirðingar skuldu annars spæla í Sarpugerði í dag, og NSÍ skuldi taka ímóti Skála.
Les eisini: ÍF-nevndin: Skulu ikki fáa upplýsingar um slíkt gjøgnum miðlarnar
NSÍ boðaði í gjárkvøldið frá, at áskoðarar vóru vælkomnir, men heitti á at hugsa um heilsuna og Coronavirusið. Fólk á staðnum meta, at har vóru áleið 60-80 áskoðarar til dystin, ið heimaliðið vann.
Hjá NSÍ kom nýggi leikarin, Salmundur Bech, á vøllin í 2. hálvleiki.
Les eisini: Salmundur er nú NSÍ-leikari
NSÍ - ÍF 2-1 (1-0)
Sjálvmál 1-0
Klæmint Andrasson Olsen 2-0
Andy Olsen 2-1
Les eisini: B36 vann 3-0 á EB/Streymi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald