Fyrru steypahálvfinalurnar hjá kvinnum vórðu avgreiddar í gjárkvøldið, og nú bendir uppaftur meira á, at tað verður ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og Kyndil.
Sí eisini:
Kyndil og H71 vunnu fyrru hálvfinalurnar
Myndir: Stjørnan - Kyndil kvinnur
Hjá monnum er greitt, at tað ikki verður so, tí Neistin ikki er við í hálvfinalunum. H71 hevur tó framvegis møguleika at leingja um sína sigursrøð í kappingini. Menninir úr Hoyvík hava vunnið trý tey seinastu árini, men nú bíðar størst møguliga avbjóðingin í hálvfinalunum.
VÍF er oddalið í landskappingini, og hóast tað er langt síðani, at besta mansliðið hjá VÍF var í steypafinaluni, so má metast at vestmenningar eru í einum favorittleikluti til hálvfinalurnar. H71 hevur eitt øðrvísi lið enn í fjør, men tó eru nógvir stinnir leikarar í Hoyvík, og nú er Pauli Jacobsen komin aftur. Hálvfinalan í Vestmanna í kvøld byrjar klokkan 18.
Fríði Weyhe og KÍF vitja á Skála í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Á Skála verður andlitsmáling og helst nógvur larmur á áskoðaraplássinum. StÍF spælir fyri sínari fyrstu finalu síðani 2017 og hevur millum annað koppað júst KÍF og H71 í seinastuni. Fótbóltsfelaið Skála hevur útsett sín aðalfund, vegna hondbóltshálvfinaluna, og tað er helst øllum greitt, at StÍF skal hava eitt heilt gott úrslit í heimadystinum.
Tað er ein smeitur, at Bjarni í Selvindi er skaddur. Spurningurin er so eisini, hvørjum kemur KÍF til Skála við. Tá liðini hittust har í januar, var tað sum KÍF ikki møtti upp, men tað er eisini ein stór svongd í Kollafirði eftir einari steypafinalu, og tað er greitt, at nógvar dygdir eru á liðnum, sum eru á 2 plássi í landskappingini.
SKráin í kvøld (Kelda: HSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald