Fótbóltur

Nú er umsíðir til reiðar til Føroyar - Kekkia

Hesin dysturin er útsettur tvær ferðir. Kekkia er greiður favorittur á pappírinum, men føroyingar skulu royna at skapa ein spennandi dyst.

Føroyar taptu við einum máli í seinasta heimadysti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar taptu við einum máli í seinasta heimadysti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-30 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upprunaliga skuldu liðini spæla fyrstu dystirnar í EM-undankappingini í november, men orsakað av koronustøðuni í Kekkia varð ikki spælt. Fyrst í januar skuldi tað so verða, men tá kekkiska ferðalagið lendi í Vágunum var greitt, at átta persónar vóru smittaðir við koronu.

Aftur varð neyðugt at útseta dystirnar millum londini, og í farna mánaði varð spælt í Brno. Í kvøld verður spælt í Høllini á Hálsi.

Á Grækarismessu vunnu kekkar við átta málum á føroysku gestunum. Tað hevur víst seg, at hini trý londini í bólkinum eru nakað sterkari enn Føroyar, og at tey trý eru heilt jøvn. Tó so vóru føroyingar heilt nær við at fáa stig í einasta heimadystinum í kappingini higartil - 14. mars móti Ukraina tá munurin bert var eitt mál. Tá var Elias Ellefsen á Skipagøtu við. Tað var 18-ára gamli spælskiparin ikki í tveimum teimum fyrstu dystunum og heldur ikki í Russlandi mikukvøldið, har Føroyar taptu við sjey málum.

[object Object]
Elias á Skipagøtu, ið veruliga hevur gjørt vart við seg í Svøríki seinastu mánaðirnar, kann fáa stóran týdning í kvøld. Hoyvíkingurin skoraði sjey mál í dystinum móti Ukraina (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eins og Elias, verður Kjartan Johansen aftur at síggja á føroyska liðnum í kvøld. Tað er ikki greitt, júst hvussu væl fyri strandingurin, sum hevur verið darvaður av skaða og sum harvið ikki spældi í Moskva, er. Tó kunnu bæði Kjartan og Elias gera veruligan mun í álopsspælinum móti kekkisku verjuni í kvøld.

Veddingarfyritøkurnar geva pengarnar millum átta og tíggju ferðir aftur, um Føroyar vinna. Hetta, saman við úrslitinum í dystinum í farna mánaða, úrslitinum hjá londunum seinastu árini, umframt støðuni í bólkinum, vísur, at tað er ógvuliga sannlíkt við einum einum útisigri. Tó kann heimavøllurin - við áskoðarum - veruliga fáa týdning fyri Føroyar, og um føroyingar spæla upp til sítt besta, so kann tað í øllum førum gerast ein spennandi dystur.

Hjá Føroyum liggur á pappírinum ein betri møguleiki fyri at fáa stig í kvøld, enn sunnukvøldið tá russar vitja í Høllini á Hálsi. Kekkia hevur tó tørv á stigum fyri at betra um sín møguleika at koma til EM-endaspælið. 

[object Object]

Nakað av fokus í dag hevur verið á, at Hondbóltssambandið fyrrapartin í dag hevur kunngjørt, at Peter Bredsdorff Larsen tekur við sum landsliðsvenjari í juni.
Harvið verður hetta næstseinasti dystur hjá Sonna Larsen sum oddamanni.

Undankapping til EM-endaspælið 2022
30.04, Høllin á Hálsi
(19.45) Føroyar - Kekkia



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder