Fótbóltur

Nú verður farið eftir stigunum í Skopje

Um Føroyar halda sær á 2. plássi, so verða tveir spennandi play-off dystir á skránni í mars. Seinasti A-landsdystur í ár byrjar klokkan 14. Hann sæst í KVF - til ber at fylgja við á Portalinum.

Væntað verður at Meinhard Egilsson Olsen í dag byrjar inni. Føroyar skulu vinna fyri, at man skal vea heilt vísur í at enda nummar tvey í bólkinum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Væntað verður at Meinhard Egilsson Olsen í dag byrjar inni. Føroyar skulu vinna fyri, at man skal vea heilt vísur í at enda nummar tvey í bólkinum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-11-17 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Frá at óttast niðurflyting til niðastu deildina í Nations League til at droyma um pláss í B-deildini, sum er næstovasta deildin í kappingini. Føroyar høvdu trý stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar - tríggjar javnleikir á heimavølli - og hava nú tvífaldað talið.

Stríðssigurin í Armenia er farin. Seinnapartin skulu føroysku spælararnir aftur stríðast gróthart í Skopje og gjarna fáa meira spæl í við bólti. Norðurmakedónia er sterkasta liðið í bólkinum men avgjørt ikki eitt, sum man ikki kann skapa støður ella fáa stig ímóti. Hetta staðfestu Føroyar í heimadystinum.

Dysturin á Tórsvølli í 1. umfari er tann einasti, sum norðurmakedónar ikki hava vunnið. Nú er seinasta umfar, Føroyar hava nýtt, og fyribils, venjaratoymi, og Norðurmakedónia er komið víðari. Harvið hevur heimaliðið einki at spæla fyri í dag, og sum skilst verða helst nakað undir 10.000 áskoðarar á leikvøllinum, har pláss annars er fyri umleið 33.000 áskoðarum.

[object Object]Føroyska liðið vandi á Todor Proeski leikvøllinum seinnapartin í gjár. Her er talan um tatiska venjing á grasinum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Petur Knudsen í heimadystinum móti Norðurmakedónia har hann sum innskiftari hevði nakrar støður í hinum brotsteignum. Petur byrjar helst inni í dag - og sigur seg vera til reiðar at gera stóran mun (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Petur: - Ernir av teimum trimum stigunum - enn nógv at betra (Ljóð)

Sí fleiri myndir frá venjingini í gjár HER

Føroyar hava nátt minsta málinum við at halda sær í deildini. Nú verður hugt uppeftir. Vinna Føroyar aftur í dag, so er 2. plássið við 100 prosent vissu tryggjað. Endar tað við javnleiki, skal Lettland ikki vinna heimadystin á Armenia. Tapa Føroyar móti favorittunum í Skopje, so skulu okkara vóna, at tað endar við javnleiki í Riga.

2. plássið gevur tveir upp- og niðurflytingardystir í mars. Hetta kann verða ógvuliga spennandi fyri føroyskan fótbólt. Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava ábyrgd hendan dystin afturat og hava roynt at funnið røttu uppskriftina til uppgávuna í Skopje. Høvuðsvenjarin staðfesti á tíðindafundinum í gjár, at fleiri broytingar verða - serliga vegna orku

Ein verður helst á málmansplássinum. Hetta tí at Teitur Matras Gestsson ikki er nóg væl fyri at spæla. Tí stendur Bárður á Reynatrøð at byrja fyri fimtu ferð í hesari kappingini. Spælarar sum Meinhard Egilsson Olsen, Petur Knudsen og Hanus Sørensen byrja helst inni hesaferð, og so er spurningurin, um Hallur Hansson fær sínar fyrstu landsliðsminuttir síðani juni 2022. Royndi miðvallarin fekk roynt sín tjúkka í gjár.

Sí eisini: - Vóna at vit kunnu fara við Norðurmakedónia við upp

[object Object]Hallur Hansson, við einum slagi av verju av tjúkkanum, royndi seg til venjing í gjár

[object Object]Mattias Lamhauge spældi flestu landsdystirnar í 2023, men havnarmaðurin hevur verið skaddur fyri stuttum og síðani sitið á bonkinum í Fredericia. Bárður á Reynatrøð er ársins málverji í Føroyum og fær seg nú helst royndan á sama leikvølli, har hann í mars í fjør, spældi sín fyrsta A-landsdysti. Tá var talan um venjingardyst (1-0)

[object Object]Eyðun Klakstein hevur roynt at syrgt fyri at brikkarnir standa rætt (Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF)

Fyrsta bríksl verður klokkan 14 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi. Livescore verður eisini á forsíðu okkara, og samrøður og annað koma aftaná dystin.

Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
14.00: Norðurmakedónia - Føroyar

Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Norðurmakedónia 13 stig 
2. Føroyar 6 stig *
----------------------
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig **

*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder