Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Føroyska A-landsliðið við monnum skal í morgin spæla seinasta dystin í 2024.
Hann kann tryggja Føroyum 2. plássið í Nations League-bólkinum og harvið geva liðnum rættin at spæla um uppflyting til næststerkastu deildina.
Tað krevst ein útsigur afturat fyri at tyggja tað við egnum mátti. Úrslitið millum Lettland og Armenia kann eisni gerast avgerandi.
Sí eisini:
Petur Knudsen: - Ernir av teimum trimum stigunum - enn nógv at betra (Ljóð)- Vóna at vit kunnu fara við Norðurmakedónia upp
Liðið hevði sína seinastu venjing á tjóðarleikvøllinum seinnapartin. Teitur Matras Gestsson vandi ikki, og hann spælir eftir øllum at døma ikki í morgin. Hallur Hansson vandi hinvegin og kann møguliga fáa ein leiklut á landsliðnum fyri fyrstu ferð í tvey og eitt hálvt ár.
Sí myndir frá venjingini, sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók, niðanfyri.
Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
14.00: Norðurmakedónia - Føroyar
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig *
----------------------
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig **
*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting
Sí eisini:
Nú snýr tað seg bert um Norðurmakedónia
Flogprát: Eli og Ingi stríðast við at skapa karmarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald