Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Undan dagsins venjing á Todor Proeski leikvøllinum var Petur Knudsen ein av spælarunum, sum var tøkur hjá miðlunum at gera samrøðu við.
Ofta merkir hetta, at viðkomandi skal byrja inni dagin eftir. Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum áðrenn venjingina, at tað verða ymiskar broytingar á føroyska liðnum, í mun til dystin í Armenia hósvkøldið - serliga vegna orkuna.
Sí eisini: - Vóna at vit kunnu fara við Norðurmakedónia upp
Petur Knudsen er eitt boð til plássið sum vinstri vongur men meira sannlíkt sum fremsti maður, um broyting verður gjørd har. 26-ára gamli NSÍ-spælarin stóð fyri flest uppleggum í Betrideildini í kappingarárinum.
- Um eg ikki eri komin til møguleika sjálvur, so havi eg skapt støður, tá eg eri komin inn í flestu av seinastu landsdystunum. So eg eri til reiðar at gera mun við tí, og eg havi nógva orku.
Petur í dystinum móti Armenia hóskvøldið har hann var nær við at sleppa framvið málverjanum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)
Petur segði við Portalin, at hann nærum stendur og "trippar" fyri at fáa boðini um, at hann kann byrja inni til dystin móti Norðurmakedónia í morgin. Hann skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál í Baltic Cup í juni og hevði sum innskiftari støður í fyrra dystinum millum liðini - og millum annað ein risamøguleika í Riga í september. Áleyparin er ikki bangin, um hann kemur í støðuna aftur: So skal tað geva mál.
Annars viðurkendi Petur Knudsen, at hóast verjuspælið var heilt gott í Armenia, so kundi spælið við bólti og ta álopskenda verið væl betri. Sum heild hava Føroyar havt nakrar trupulleikar seinastu tíðina, heldur hann:
- Seinastu árini hevur úttrykkið á landsliðnum ofta ikki verið nóg gott. Har mugu vit bara leggja okkum flatar og viðurkenna tað, hóast vit ynsktu, at tað var øðrvísi. Nýggja skipanin er góð, og vit eru ernir av sigrinum í Armenia, men her skal framvegis nógv betrast.
Hoyr alla samrøðuna við Peter her:
Fyrsta bríksl í morgin verður klokkan 14 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin, og Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
14.00: Norðurmakedónia - Føroyar
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør:
1. Norðurmakedónia 13 stig
2. Føroyar 6 stig *
----------------------
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig **
*Liðið, ið endar á hesum plássinum, skal spæla um uppflyting til B-bólkin
** Liðið, ið endar á hesum plássinum, endar niðast ella skal spæla um niðurflyting
Sí eisini:
Nú snýr tað seg bert um Norðurmakedónia
Flogprát: Eli og Ingi stríðast við at skapa karmarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald