Í síðsta mánaða varð nýggja og snotiliga kappróðrarneystið í Klaksvík, sum er skamt frá har tað gamla var, tikið í nýtslu.
Sí eisini: Myndir: Heimsins flottasta kappróðrarneyst tikið í nýtslu
Talan var um eina stóra verkætlan fyri Klaksvíkar kommunu og Kanjon, men hóast móttøka og annað hevur verið, er arbeiðið ikki heilt liðugt enn.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í hesum døgum verður nýggjur dráttur gjørdur við nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelagi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/02/14/890x590/1676383356upfhff7qhz.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/02/14/890x590/1676383360reup773m0t.jpg)
(Myndir: klaksvik.fo)
Mongu rógvararnir í felagnum njóta í løtuni gott av nýggju og góðu umstøðunum, men tað er umráðandi, at ein dráttur stendur til reiðar, tá bátarnir verða flotaðir í vár. Hetta er tað, sum arbeitt verður við nú.
Klaksvíkar kommuna skrivar, at umframt bátadrátt veður uttanumøkið kring kappróðrarneystið gjørt liðugt. Somuleiðis eru útigólv og bryggjukantur eisini við í verkætlanini. Býráðið hevur sett 3 milliónir krónur av til arbeiðið.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/02/14/890x590/1676383499vbhy2ilezm.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/02/14/890x590/1676383494sxndiigipb.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald