Nú um vikuskiftið byrja kappingarnar í fremstu hondbóltsdeildunum. Og tað verður við einum nýggjum kappingarleisti.
Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at kappingarleisturin nú er endaliga samtyktur á limafundi.
Nýggi kappingarleisturin minnir um verandi leist, tó er endaspælið broytt nakað. Í grundspælinum spæla liðini tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum, hareftir kappingin verður skipað í endaspæl.
Í endaspælinum verða fyrst leiktar fjórðingsfinalur millum ávikavist nummar 3 og 6 og nummar 4 og 5 á stigatalvuni. Leiktur verður ein dystur millum liðini, har liðini ovari á stigatalvuni hava heimavøll
Liðini sum enda nummar 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum koma beinleiðis í hálvfinalurnar, har tey møta vinnarunum av fjórðingsfinalunum. Nummar 1 møtir lægra liðinum á stigatalvuni eftir grundspælið og nummar 2 hægra.
Leiktar verða best av trimum hálvfinalum. Nummar 1 og 2 á stigatalvuni í grundspælinum hava heimavøll í øðrum og møguligum triðja dysti.
Tapandi liðini í hálvfinalunum leika ein dyst um triðja pláss í kappingini. Liðið, sum endaði ovari í grundspælinum hevur heimavøll.
Føroyameistaraskapinum verður leiktur best av fimm finalum. Tríggir finaludystir skulu vinnast fyri at gerast føroyameistari.
Hondbóltskappingin byrjar aftur nú um vikuskiftið.
Í Burn deildini fyri menn verður spælt soleiðis í fyrsta umfari:
Leygardagin kl. 18: KÍF – Kyndil í høllini í Kollafirði
Sunnudagin kl. 16: H71 – VÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 17: Team Klaksvík og StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík
Sjeynda liðið í kappingini, Neistin, stendur yvir í fyrsta umfari.
Í SMS deildini fyri kvinnur verður spælt soleiðis:
Leygardagin kl. 16: VB – Neistin í Høllini í Vági og EB – Kyndil í Høllini á Eiði
Sunnudagin kl. 14: H71 – VÍF í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 15: Stjørnan – StÍF í KÍ-høllini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald