2022-05-19 14:43
Fyri stuttum varð gamla graslíki tikið av fótbóltsvøllinum á Sandavági, ið mest verður nýttur til ungdómsfótbóltur hjá 07 Vestur.
Nú fær Valloyran nýtt graslíki. Arbeiði er farið í gongd og roknað verður við, at tað fer at taka umleið eina viku.
Tað skrivar Vágaportalurin í dag.
Talan er um umhvørvisvinarligt graslíki av slagnum DOMO, har Ide Møblar er veitari.
Les eisini: Nýtt og burðardygt graslíki á vøllirnar hjá Vága kommunu
Valloyran er ein av trimum fótbóltsvallum, í fullari stødd, í Vágum. Vøllurin stendur beint við krikjuna í Sandavági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald