Tvey lið síggja út til at vera nakað sterkari enn hini í SMS-deildini, og fremstu liðini, sum bæði hava heimavøll á Hálsi, bresta saman í oddadysti í kvøld.
Kyndil tapti í fyrsta umfari við tíggju málum móti grannunum, men síðani hava tær í grønum bert vunnið. Nú bíðar stór roynd hjá Kyndli, tí Neistin hevur bert vunnið í ár: Sjey sigrar í landskappingini, ein í steypakappingini og samanlagdur sigur í 1. umfari í European Cup í Litava.
Nógvir dugnaligir spælarar eru á liðnum hjá Ricardo Olivera, sum við sigri í kvøld kenn leggja sjógv ímillum seg og grønu grannarnar. 1. plássið í grundspælinum kann hava nógv at siga, tá endaspælið kemur.
Uppgerðin í Høllini á Hálsi byrjar klokkan 18 í kvøld. Til ber eisini at síggja dystin á live.hsf.fo.
Hondbóltur
Oddadystur á Hálsi í kvøld
Neistin hevur vunnið allar sjey dystirnar í SMS-deildini higartil og spælir ímóti Kyndli, sum bert hevur tapt móti júst Neistanum. Grannauppgerðin byrjar klokkan 18.
Kyndil kann koma undir liðuna á Neistanum við sigri - Neistin skal royna at leggja sjógv ímillum seg og nummar tvey (Mynd: Sverri Egholm)
2023-11-07 14:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald